Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody
Størv

Søkt verður eftir byggifrøðingi, verkfrøðingi, ella persóni við aðrari viðkomandi útbúgving til
teknisku umsiting hjá Bústaðir.
Vit leita eftir einum verkætlanarleiðara til fulltíðarstarv, sum trívist við at hava fleiri uppgávur
ísenn. Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika at menna
bústaðarbygging í Føroyum.


Arbeiðsøkið:

• Standa fyri størri og minni verkætlanum
• Dagligt samskifti við ráðgevarar, arbeiðstakarar og aðrar veitarar
• Tryggja at verkætlanir verða framdar sambært avtalu
• Gera útbjóðingartilfar í samband við verkætlanir
• Samskipa langtíðarætlan, rakstur og viðlíkahald saman við leiðandi húsavørði
• Málsviðgerð av innkomnum málum á tekniska økinum


Førleikar:


• Tú ert byggifrøðingur, verkfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
• Hevur vitan um verkætlanir. Royndir innan verkætlanarleiðslu er ein fyrimunur
• Hevur royndir innan tilboð og útboð av verkætlanum
• Hevur góðar telduførleikar
• Ert opin og fyrikomandi, og hevur góð samstarvsevnir


Vit bjóða:


• Eitt rúmligt arbeiðspláss við góðum og dugnaligum starvsfelagum
• Eitt starv við fakligum avbjóðingum
• Góðar møguleikar fyri menning


Vit vænta, at tú:


• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og við fleiri uppgávum ísenn
• Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
• Ert tænastusinnað/ur


Tekniska umsiting nýtir tey vanligu Office forritini, Autodesk revit/autocad, Dalux, Businesscentral.

Lønar- og setanartreytir:


Starvið verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmála við viðkomandi yrkisfelag.


Umsókn:


Umsókn saman við lívsrensli og útbúgvingarprógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
07.06.2026 og skal sendast til starv(at)bustadir.fo


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Ósá, stjóri, á tlf. 790388.
Bústaðir er eitt alment bústaðafelag undir Almanna- og bústaðarmálaráðið.


Bústaðir fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipaði
viðurskifti eru á leigumarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at fíggjarkarmarnir til
umvæling, rakstur og viðlíkahald eru hóskandi. Vit hava tilsamans 625 leigumál í dag.
Sí meira um Bústaðir á heimasíðu okkara www.bustadir.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #