- Ynski hevur verið frá teimum flestu um at fara aftur til nakað, ið minnir um ta fyrstu skipanina, men sum eisini fevnir um annað enn bert lønarútreiðslur, t.e. rakstrarútreiðslur til eitt nú lønir, rakstur av sendineti o.tíl. rakstrarútreiðslur.
- Tó so at eitt loft er ásett fyri, hvussu nógv ein miðil ella miðlasamtak kann fáa í rakstrarstuðli.
Loftið er 40% av skjalprógvaðu rakstrarútreðslunum árið fyri umsóknarárið, stendur millum annað at lesa í viðmerkingunum til uppskotið, sum Bárður á Lakjuni hevur sent til hoyringar.
Endamálið við uppskotinum er at skapa størri journalistiskt frælsi við ikki at knýta miðlastuðulin at ávísum verkætlanum. Eisini er endamálið at gera skipanina munandi einfaldari at umsita.
Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum
Uppskotið býtir játtanina á fíggjarlógini til miðlastuðul í tveir partar. Ein rakstrarpart (90%) og ein part til staðbundnar miðlar (10%).
Rakstrarparturin áljóðandi 90% av árligu játtanini á fíggjarlógini til miðlastuðul verður aftur býttur í tveir partar, har 40% er ein grundupphædd, ið verður býtt javnt millum teir miðlar, ið lúka treytirnar. 60% verða latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðu rakstrarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki, tó so at eingin miðil fær meiri enn 40% av skjalprógvaðu rakstrarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið í rakstrarstuðli – men tá er staðbundni stuðulin ikki íroknaður.
Staðbundni stuðulin áljóðandi 10% av árligu játtanini á fíggjarlógini verður býttur javnt millum teir umsøkjarar, ið lúka treytirnar í §§ 1-3, stk. 2, nr. 1,2, 4 og 5, og sum hava høvuðssæti í kommunum við 10.000 ella færri íbúgvum.
Fyrimunirnir við uppskotinum eru, at skipanin verður minni stýrandi og ikki tongd at ávísum verkætlanum. Skipanin í uppskoti fer eisini at geva verandi miðlum størri frælsi at leggja sítt egna virksemi til rættis, eins og hon verður einfaldari at umsita, tí ongar verkætlanir verða at meta um og at hava eftirlit við.
Eisini kann hugsast, at skipanin í uppskoti fer at tryggja størri margfeldi í føroyska miðlalandslagnum við tað, at smærru miðlarnir kring landið fara at fáa munandi størri part av miðlastuðlinum, tí hesir fáa, umframt grundupphæddina, part av teimum 10 prosentunum av játtanini til staðbundnar miðlar, um teir lúka krøvini í §§ 1-3, stk. 2, nr. 1, 2, 4 og 5.
Ein vansi kann vera, at tað verður ávís ónøgd um, at miðlar í høvuðsstaðarøkinum ikki fara at fáa lut í stuðlinum til teir staðbundnu miðlarnar, men tá skal havast í huga, at miðlar í høvuðsstaðarøkinum mest sannlíkt fara at fáa størsta partin av lutfalsliga rakstrarstuðlinum, har minsta kravið er eitt heilt redaksjonelt ársverk í føstum starvi, meðan minsta kravið fyri grundupphæddini og staðbundna miðlastuðlinum er eitt hálvt redaksjonelt ársverk í føstum starvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



