Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov
Krutl

“Sunshine in the villages” er ein felagskapur, stovnaður og rikin av rumenskari familju við tí endamáli at boða evangeliið fyri børnum og ungum í bygdunum rundanum Hunedoara, har familjan býr.

Hjúnini Lenuta og Danut Hritac standa fyri hesum verki. Lenuta er systir Alinu, sum er kona klaksvíkingin Mike Dam.

Sunnudagsskúlar, hjálpararbeiði og barnalegur
Lenuta og Danut stovnaðu felagskapin fyri meira enn 20 árum síðan. Teirra virkið er í høvuðsheitum at halda sunnudagsskúlar fyri børnum í bygdunum rundan um Hunedoara allan veturin. Tey vitja millum 10-15 bygdir og halda sunnudagsskúla sera trúfast.

Harafturat hava tey samband við eitt barnaheim fyri børn ið bera brek og eitt ellisheim, har tey vitja og hjálpa við m.a. umvælingum av húsinum, mati og klæðum.

Eisini vitjar Danut regluliga einkjur og nógvar kristnar familjur, sum eru sera sperdar, og hjálpir so væl, hann kann, við m.a. klæðum úr Føroyum, mati og peningi frá stuðlum.

Lenuta og Danut Hritac komu hendanvegin mitt í juli og fara úr Føroyum aftur tann 16. august saman við einum toymi í hjálpararbeiði til Rumenia.

Sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra um arbeiðið hjá Lenuta og Danut og at heilsa uppá tey bæði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #