Smá beinbrot úr høgru hondini hjá Dmitrij Donskoj eru send til russiskar herdeildir við hermótið í Ukraina. Russiska ortodoksa kirkjan sigur, at leivdirnar skulu geva hermonnunum andaligan stuðul.
Dmitrij Donskoj var stórfúrsti av Moskva og vann ein gitnan sigur á mongolum í 1380. Kirkjan lýsti hann halgimenni í 1988. Myndir frá russiska verjumálaráðnum vísa hermenn kyssa skrínið við beinunum, men ógreitt er, undir hvørjum umstøðum myndirnar eru tiknar.
Sambært NRK meta granskarar, at ferðin við leivdunum bæði skal styrkja stríðshugin og stuðla frásøgnini hjá russisku leiðsluni um kríggið í Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



