Prísurin á bensini og diesel fór munandi upp á midnátt, tá vanliga meirvirðisgjaldið aftur varð lagt á brennievni.
Hjá Effo kostaði ein litur av bensini 11,35 krónur áðrenn midnátt. Nú er prísurin 14,19 krónur. Diesel er samstundis farið úr 11,53 krónum upp í 14,16 krónur fyri liturin. Tað er ein príshækking á ávikavist 2,84 og 2,63 krónur.
Hjá Magn er bensin farið úr 11,55 krónum upp í 14,44 krónur fyri liturin, meðan diesel er farið úr 11,73 krónum upp í 14,41 krónur. Hækkingin er sostatt 2,89 krónur fyri bensin og 2,68 krónur fyri diesel.
Orsøkin til príshækkingina er, at 25 prosent meirvirðisgjald aftur skal rindast av bensini og diesel frá 1. august.
Prísurin var lægri í eitt stutt tíðarskeið, tí Løgtingið í mai samtykti fyribils at taka meirvirðisgjaldið av bensini og diesel. Endamálið var at lætta um hjá húsarhaldunum og taka broddin av teimum hækkandi oljuprísunum.
Frítøkan kom í gildi 16. mai og var frá byrjan tíðaravmarkað til og við 31. juli. Landsstýrið gjørdi av ikki at leingja skipanina, og tí komu vanligu prísirnir aftur á midnátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



