At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-007/2026 eftir § 52a í Tingskipanini frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um góðkenda siglingstíð.

Fyrispurningurin er soljóðandi:   
1. Hvaðani kemur kravið um, at eitt far skal vera meira enn 20 BT, fyri at siglingstíð við farinum skal verða góðkend sum siglingstíð til útbúgvingar í Føroyum?

2. Um hetta er stýrt av altjóða reglum, hvørjar eru hesar so, og hava tær týdning fyri útbúgvingar í Føroyum?

3. Hvussu vanligt er tað, at føroyingar við nógvum royndum á sjónum verða raktir av, at teir hava verið við ov lítlum førum?

4. Er landsstýrismaðurin sinnaður at gera undantøk frá hesi reglu um 20 BT fyri til dømis útróðrarfólk við smærri førum, sum hava virkað í harðbalnum sjógvi kring Føroyar?

5. Eru onnur átøk, sum kunnu gerast fyri at hjálpa uppá støðuna hjá ungum útróðrarfólkum í Føroyum, sum gjøgnum útbúgving vilja skapa sær eina lívsleið á sjónum?

Svar 
Til 1:
Tað er einans skiparaútbúgvingin, ið hevur krav um ávísa siglingartíð fyri at sleppa á skiparaútbúgving, og er hetta ásett í § 5 í kunngerð nr. 107 frá 20. september 2005 um skiparaútbúgving. Umsøkjarin skal hava tikið helmingin av ásettu krøvunum til siglingartíð sambært kunngerð um útgávu av vinnubrøvum. Kravið um, at siglingartíðin skal vera við førum á 20 BT ella meira, er ásett á kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum.

Tað er Vinnumálaráðið, sum varðar av sjóvinnukrøvum, og kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015.

Til 2: Føroysku krøvini til sjóvinnubrøv eru ásett í samsvari við ávikavist STCW- og STCW-Fsáttmálan. STCW stendur fyri Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers, og STCW-F fyri Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Fishing Vessel Personnel. Í omanfyri nevndu kunngerð um skiparaútbúgving er somuleiðis ásett, at skiparaútbúgvingin skal lúka krøvini í júst nevndu altjóða sáttmálum. 

Til 3: Mynstring er høvuðsskjalfestingin í mun til siglingartíð. Smærri útróðrarbátar undir 20 BT mynstra ikki, og tí verður tíðin heldur ikki skrásett sum siglingartíð.

Tað eru nøkur dømi um, at sjófólk spyrja um undantak. Júst hvussu nógv, er ikki skrásett, men serliga á Sjónámi eru á hvørjum ári eini 1–2 umsøkjarar, sum ikki lúka treytirnar vegna vantandi siglingartíð.

Til 4: Kravið um 20 BT stavar frá kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, ið landsstýrisfólkið við Uttanríkis og Vinnumálum varðar av. Tískil mugu møguligar tillagingar av upptøkukravinum til útbúgvingina viðgerast nærri saman við avvarðandi landsstýrisfólki.

Til 5: Neyðugt er at tilskila, at tað bert er skiparaútbúgvingin, ið hevur siglingartíð sum upptøkukrav. Hvørt tað ber til at tillaga kravið soleiðis at fleiri kunnu koma undir útbúgving, er ein fakligur spurningur, ið eigur at vera viðgjørdur nærri saman við øllum avvarðandi pørtum á økinum.

Tilskilast kann eisini, at í aspirantskipanini er upptøkukravið 2 ára viðkomandi arbeiðsroyndir, og her kunnu royndir hjá útróðrarfólki verða tiknar við í samlaðu heildarmetingina til upptøku til skipara.

Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður í mentamálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #