Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Mynd: Samuel og Ísak Jacobsen

Mynd: Samuel og Ísak Jacobsen

Mynd: Samuel og Ísak Jacobsen

SF: Stóri pallur á Summar Festivalinum er vanliga tann størsti og best útgjørdi tónleikapallurin í landinum.

Pallurin verður leigaður uttanlands og verður útgjørdur til at kunna hýsa stórum konsertum á altjóða stigi. Nøvn sum Roxette, Zara Larsson, The Scorpions, Alan Walker, Cliff Richard, Westlife, Twisted Sister og onnur hava spælt á pallinum.

Teknisku krøvini til pall, ljóð og ljós eru ofta stór, men alt, sum gerast kann, verður gjørt fyri at liva upp til krøvini.

Í ár hevur danska poppstjørnan Rasmus Seebach tikið heili 4 treylarar við útgerð við til Føroya. Hann hevur eyka skíggjar, palllutir og annað við sær. Og tað kemur aftrat allari tøknini, sum Summar Festivalurin sjálvur brúkar og setur upp til stóru konsertirnar.

– Eg havi ongantíð áður upplivað so nógva tøkni á pallinum, sum tað verður til konsertina hjá Rasmus Seebach í kvøld. So um fólk vilja uppliva eina konsert á høgum altjóða stigi, so er at møta upp á Vágsbø í kvøld, sigur Samuel Jacobsen, pallstjóri á Vágsbø.

Ljóðtøkni hevur høvuðsábyrgdina av pallum og ljóð- og ljósútgerðini á Summar Festivalinum.

Konsertin við Rasmus Seebach verður á Vágsbø í kvøld klokkan 22.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #