Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Flogvinnan

SSL: Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanirnar fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn, og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn.

Ferðaætlanirnar eru tillagaðar soleiðis, at tær samsvara betur við flogferðsluna í Vágum. Hetta ger tað lættari at ferðast við bussi til og frá flogvøllinum, tá tú skalt ferðast uttanlanda. Samstundis verður sambandið við meginøkið og Miðnám í Vestmanna betrað.

Umframt betri samskipan við flogferðsluna, verður nú eisini beinleiðis samband millum leið 300 og leiðirnar 400 og 401, sum koyra millum Tórshavn og Klaksvík.

Nýggju ferðaætlanirnar koma í gildi týsdagin 9. desember, og eru longu tøkar á ssl.fo.

Sí nýggju ferðaætlanina fyri leið 100 her

Sí nýggju ferðaætlanina fyri leið 300 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #