Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi
Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-023/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um bíðitíðir í psykiatiini, frá Sirið 
Stenberg, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar til útgreining í barnapsykiatriini? 
2. Hvussu nógv børn standa á bíðilista til barnapsykiatriina? 
3. Hvussu langar eru bíðitíðirnar til psykiatriina hjá vaksnum fólki? 
4. Hvussu nógv vaksin standa á bíðilista til psykiatriina? 
5. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at minka um bíðilistarnar?

Svar: 
Til spurning 1 

Børn og ung, sum verða ávíst til psykiatriina, kunnu vænta at koma at bíða í umleið 24 mánaðir til at sleppa framat til útgreining.

Samstundis skal tað gerast vart við, at teir sjúklingar, sum hava tørv á bráðfeingishjálp ikki koma á bíðilista, men sleppa framat beinanvegin.

Til spurning 2 
Sambært seinastu tølunum standa 292 børn og ung á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatriina.

Til spurning 3 
Bíðitíðin til útgreining av ADHD er í løtuni umleið 36 mánaðir. Bíðitíðin til útgreining av demens er umleið 6 mánaðir. Bíðitíðin til aðra ambulanta psykiatri er umleið 2 mánaðir.

Eins og í Barna- og ungdómspsykiatriini koma teir sjúklingar, sum hava tørv á bráðfeingishjálp ikki á bíðilista, men sleppa framat beinanvegin. 

Til spurning 4 
Í løtuni standa 811 vaksin á bíðilista til útgreining fyri ADHD, 54 vaksin standa á bíðilista til útgreining fyri demens, meðan 29 vaksin standa á bíðilista til aðra ambulanta psykiatri.

Til spurning 5 
Tað verður arbeitt við ymiskum átøkum.  

Eitt av hesum átøkum er at flyta viðlíkahaldsviðgerð fyri ADHD/ADD úr Sjúkrahúsverkinum til kommunulæknar. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis og kemur at leysgeva tímar í ADHD ambulatoriinum til at gera útgreiningar av nýggjum sjúklingum, sum í dag verða brúktir til viðlíkahaldsviðgerð. Sjúkrahúsverkið metir, at hetta kann gera at fleiri sjúklingar kunnu koma ígjøgnum ambulatoriið og bíðitíðin tí kann styttast.

Arbeitt verður eisini áhaldandi við at fáa betri serlæknamanning í psykiatriini. Psykiatriski depilin hevur ígjøgnum serlæknajáttanina sett ein nýggjan serlækna í psykiatri í september 2026 soleiðis, at tað í løtuni eru 6 serlæknar í Vaksinpsykiatriini. Psykiatriski depilin arbeiðir eisini  við at fáa komandi serlæknar at taka part av høvuðsútbúgvingini í Føroyum, við atliti at kunna seta enn fleiri serlæknar á økinum. Sambært serlæknaætlanini, sum varð handað landsstýrisfólkinum í 2024, er málið at fáa sett 10 serlæknar í vaksinpsykiatriini.

Í Barna- og ungdómspsykiatriini er tað trupult at fáa serlæknar í fast starv. Í løtuni er bert eitt serlæknastarv mannað í Barna- og ungdómspsykiatriini og tað er við brøki 0,8. Sambært áðurnevndu serlæknaætlan, er málið at fáa sett 3 serlæknar í Barna- og ungdómspsykiatriini.

Psykiatriski depilin hevur gjørt avtalur við danskar serlæknar, sum koma til Føroya nøkur tíðarskeið árliga. Sambært Sjúkrahúsverkinum, er møguligt at gera avtalur við enn fleiri serlæknar. Hetta er nakað sum landsstýriskvinnan ynskir at raðfesta fíggjarliga, sum samstundis er samsvar við samgonguskjalið, har tað millum annað framgongur: ”Barna- og ungdómspsykiatriin skal styrkjast, so bíðitíðirnar til útgreining verða styttar, og viðgerð kann bjóðast skjótt.”

Arbeitt verður eisini við at fáa útbúgvingarstørv (introstørv) í barna- og ungdómspsykiatri, við atliti at fáa fleiri føroyskar læknar í fast starv í framtíðini. 

Heilsu- og orkumálaráðið, 7. september 2026 
Eyðdis Hartmann Niclasen 
landsstýriskvinna 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #