Klokkan 21.40 í kvøld fekk løgreglan fráboðan um at eldur var í einum bili á Velbastað, við sunnaru omankoyringina.
Fólkini í bilinum boðaðu løgregluni frá, at eldur var komin í bilin, meðan tey koyrdu.
Løgregla og sløkkilið komu á staðið, og tá var eldurin so nógvur, at bilurin kolaðist upp.
Eingin fólkaskaði hendi, sigur vakthavandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



