Niðurlendski felagsskapurin BNLI sigur, at Klaksvíkar Havn hevur givið skipinum NMC Protector boð um at fara úr havnini í seinasta lagi 15. oktober.
Tað upplýsir BNLI – Byzantine National Lifeboat Institution – í tíðindaskrivi til VP.
Sambært felagsskapinum kemur fráboðanin eftir, at ein ósemja við KJ um upptøku og arbeiði upp á skipið er loyst.
BNLI finst nú eisini hvassliga at avgerðini hjá Klaksvíkar Havn. Felagsskapurin sigur, at nóg mikið av bryggjuplássi er í havnini, og heldur tað vera ótrygt at krevja, at skipið verður flutt, nú heystið og verri veður standa fyri framman.
– Vit fara undir ongum umstøðum at seta trygdina hjá skipi og manning í vanda fyri at halda eina tilgjørda tíðarfreist, sigur Nicolaos Khovrin Komnenos, umboðsmaður fyri NMC Protector og formaður í BNLI.
BNLI er ein niðurlendskt skrásettur felagsskapur, sum lýsir NMC Protector sum eitt skip til leiting og bjarging. Felagsskapurin hevur eisini gjørt vart við seg við átøkum móti grindadrápi í Føroyum.
Talan er fyribils bert um lýsingina hjá BNLI av málinum. VP hevur biðið Klaksvíkar Havn um eina viðmerking til fráboðanina og grundgevingina fyri, at skipið skal fara úr havnini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



