Amerikanska miðvalið nærkast og stuðlar tú við pengum so bjóða republikanarar nú “eksklusivar” trygdardagføringar frá forsetanum um hóttanir móti USA.
- Eg eri tann sterki kommandørurin, sum stari valdsharrar í eyguni, týni yvirgangsmenn og ongantíð bukki undir fyri nøkrum.
Valstríðið í USA er í gongd. Við hesi lýsing av sær sjálvum er ein stór innsavningarherferð sett í verk fyri Republikanska flokkin og Donald Trump.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



