SámalSunnudag: Fyri nøkrum vikum síðani stóð Fólkaflokkurin til at fáa 12-13 tinglimir í veljarakanningum. Síðani valið varð útskrivað, er tað tó gingið skeivan veg í veljarakanning hjá Spyr.fo 12. Mars stendur Fólkaflokkurin bert til at fáa 10 tinglimir - enntá upp á næstytsta brøk.
Heldur ikki gongur væl hjá Sambandsflokkinum, ið fær 7 tinglimir, men upp á allarytsta brøk.
Sostatt er tað sera ivasamt, um Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin einsamallir kunnu fáa einsamalla meirilutasamgongu, tí hóast nýggjasta kanningin gevur 17 tinglimir, er hetta sera tætt upp á 15 tinglimir, um man kannar desimalarnar. Í tí føri hevði ein slík samgonga verið noydd at tikið antin Miðflokkin ella Framsókn við í samgonguna.
Ikki tí; annar tinglimurin hjá Miðflokkurin er alt annað enn tryggur sambært kanningini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



