Rúmdarfarið Blue Ghost, bláa spøkilsið, hevur tíðliga í morgun lent á mánanum í øllum góðum.
Hetta er aðruferð at eitt rúmdarfar, sum privat eiga, lendir á mánanum. Tað er fyritøkan Firefly Aerospace í Texas sum eigur farið.
Rúmdarfarið hevði flogið í ringrás um mánaðan í einar tvær vikur, áðrenn tað lendi.
Endamálið við ferðini er at savna saman vitan av ymsum slagi til granskarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



