Í 2006 var uppskot frammi um at lóggeva fyri at tryggja lívfrøðiliga virðinum hjá Drunnhvíta og Bládúgvu og tey harmaðust um útdeyða fransagrassins-
Í dag, í 2026, eru vit komin í ta støðu, at vit mugu kjempa og lóggeva fyri at tryggja, lívfrøðiliga virðinum í, tí ófødda barninum…
Her er uppskotið, sum tá bleiv lagt fram til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi.
Tjóðveldisflokkurin, Løgtingsmál nr. 8/2006:
...74 plantusløg og 54 fuglasløg eru møgulig evni til at koma á ein reyðlista
fyri Føroyar, at reyð várhagasólja, leggstutt fransagras og lyngjavni eru útdeyð í Føroyum, at hiplingur og skógspurvur, hvítravnur og havørn eru horvin, men at bládúgvan í Føroyum verður roknað sum rein (ikki kynblandað) dúgva, og at 90% av heimsbúfjøldini av Drunnhvíta er í Nolsoy.
Hesar og aðrar sermerktar reinar føroyskar stovnar er okkum sera umráðandi at verja.
Kelda:
https://www.logting.fo/files/casestate/1939/008.06%20Livfrodiligt%20margfeldi.pdf
Í dag hava vit ein annan hóttan stovn, um man so kann siga. Tað er okkara komandi ættarlið, sum vit ikki við núverandi lógum og hugsunarhátti virðismeta, alt ímeðan tann demografiska ójavnvágin, í samfelagnum gerst størri og størri, millum yngra og eldra ættarliðið. Tað er løgið og harmiligt at skulla siga, at vit nú í 2026, eru í tí støðu, at vit mugu lógartryggjað tí ófødda barninum rættin til lívið.
Tú sigur kanska, Sámal Hanni, hvussu kann tú samanbera Bládúgvu og ófødda barnið? Har má eg bara svara, at um Bládúgvan hevur uppiborið eina lóg til samtyktar, fyri at tryggja sær og sínum, hevur ófødda barnið, eisini henda rætt!
Um hetta eisini órógvar teg, er Miðflokkurin nú vorðin einasti flokkur, har øll valevnini vilja tryggja ófødda barninum, hóast valevni tíbetur eru úr øðrum flokkum, sum eisini ynskja tað sama.
Eg var sjálvur, í einum flokki, har eg vildi verja ófødda barnið, í meðan aðrir flokksfelagar vildu tað øvuta.
Tey sum valdu meg, harmaðust tá aftaná um, at teirra atkvøður fóru í stóra pott hjá sambandsflokkinum, tí eg bleiv ikki innvaldur og mínar atkvøður blivu brúktar av mínum flokksfelaga til at fremja fríu forsturtøkuna.
Eg gleðist um, at hetta ikki kann henda mær aftur. Í Miðflokkinum, er stóri pottur, allur sum hann er, trygdin fyri ófødda barninum.
Sámal Hanni Lognberg
Miðflokkurin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



