Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frægari er at hava Harran í hjartanum enn í gákinum
- úr Børkuvísum
Vinna

Føroyska fyritøkan Ocean Rainforest við heimstaði í Kaldbak, hevði góðar 48 milliónir krónur í halli í fjør. Tað er meira enn tríggjar ferðir so nógv sum hallið á 15,6 milliónir krónur árið fyri.

Leiðslan sigur seg ikki vera nøgda við gongdina. Av samlaða hallinum stava umleið 19 milliónir krónur frá niðurskrivingum av millumrokningum við dótturfeløg og materiellari støðisogn. Her verður millum annað roknað við, at bert helvtin av arbeiðskapitalinum, sum Ocean Rainforest hevur latið meksikanska felagnum Alamarsa, fæst aftur.

Ocean Rainforest keypti í fjør 60 prosent av Alamarsa. Endamálið var at sameina førleikarnar hjá Ocean Rainforest í Kalifornia við framleiðslu, vørum og sølu hjá Alamarsa og harvið skapa ein sterkari pall fyri vøkstur í Norðuramerika.

Gongdin í Alamarsa hevur tó verið munandi truplari enn væntað. Sølan og bruttovinningurin vóru lægri enn ætlað, og raksturin gav hall. Ocean Rainforest hevur tí verið við til at fíggja framhaldandi raksturin í meksikanska felagnum.

Leiðslan vísir samstundis á, at gongdin í Meksiko er batnað munandi í 2026. Sølan fyrra hálvár var 70 prosent størri enn sama tíðarskeið í 2025, og sølan higartil í seinna hálvári hevur verið sambært ætlan.

Leiðslan metir tí, at Alamarsa kann gerast ein týðandi inntøkukelda hjá samtakinum, um tað eydnast at fáa tamarhald á fíggjarligu og leiðsluligu viðurskiftunum.

Ocean Rainforest væntar eisini eina munandi hækking í søluinntøkunum í 2026. Í Kalifornia hevur felagið fingið eitt tíggju ára vinnuligt loyvi til taraaling á einum átta ferkilometrar stórum øki út fyri Ventura. Sambært felagnum var hetta seinasta stóra myndugleikakravið undan vinnuligari taraaling á økinum.

Fíggjarstøðan er tó álvarsom. Við árslok 2025 var eginognin negativ við 23 milliónum krónum, og gjaldførið er tepurt. Leiðslan væntar eisini rakstrarhall í 2026, men miðað verður eftir rakstraryvirskoti í 2027.

Felagið hevur í 2026 tikið upp umbýtilig lán til at fíggja virksemið í Føroyum og Meksiko. Eisini verður arbeitt við at fáa meira fígging frá verandi og nýggjum íleggjarum og lángevarum.

Nevnd og leiðsla meta, at neyðuga fíggingin kann útvegast, og at grundarlag tí er fyri at halda fram við rakstrinum. Tær ásanna tó, at Ocean Rainforest hevur stórar avbjóðingar fyri framman.

Grannskoðarin vísir eisini á týðandi óvissu um framhaldandi rakstur og um virðisásetingina av áognini hjá Alamarsa, men hevur ikki broytt sína niðurstøðu um ársroknskapin.

Ólavur Gregersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #