Hvønn dag hittir Petra Olesen donsk børn og ung, sum eru bundin av sosialum miðlum í so stóran mun, at tey hava leitað sær viðgerð fyri tað.
Hon er terapeutur og vegleiðari á Ungebehandlingen, sum hjálpir ungum við ymiskum avbjóðingum at trívast.
Børnini og tey ungu, sum koma til Petru Olesen, eru heilt ung niður í níggju ára aldur. Tey hava gjørt falskar vangamyndir á Facebook og Instagram. Summi við og summi uttan loyvi frá foreldrunum, sigur Petra Olesen.
Í álvarsligum førum brúka børnini allar tímarnar á degnum á sosialu miðlunum, sigur hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



