Skúlablaðið: Fýra ára gomul, sum eta nógv søtmeti (snack), hava fleiri tekin um angist, vreiði og trupulleikar við at hugsavna seg. Granskarar við Universitetið í Adger (UIA) síggja longu hjá fýra ára gomlum greitt samband millum tað, sum børn eta, og sálarheilsuna hjá teimum. Børn, sum eta nógva frukt og nógv grønmeti, vísa færri tekin um angist og órógv. Tey, sum eta nógv søtt og salt, vísa meiri útvirkna atferð.
– Tað er so týðiligt samband millum tað, vit eta, og hvussu vit hava tað í kroppi og sinni, at vit mugu tosa um tað, sigur Nina Cecilie Øverby, professari við UiA.
Saman við starvsfelagunum Christine Helle og Elisabet Rudjord Hillesund hevur hon kannað tað, sum 363 fýra ára gomul í Noregi eta og atferðina hjá teimum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



