Tá børn stríðast við sálarligar avbjóðingar, hevur tíðin alt at siga. Og hóast tað, er bíðitíðin til psykiatriina í Føroyum tann longsta í øllum heilsuverkinum.
Gransking hjá Tórunn Ósá, námslektara og Ph.D.-lesandi vísir, at gentur við ADHD og autismu bíða longri eftir útgreining enn dreingir. Í miðal fáa gentur staðfest ADHD 13 mánaðir seinni enn dreingir. Samstundis eru tær í størri vanda fyri strongdartengdum sálarsjúkum.
Niðurstøða í granskingini er greið. TÍÐIN. Børnini og familjurnar skulu bíða ov leingi! Jú fyrr børn verða útgreinað, jú minni er vandin fyri fylgisjúkum. Kortini skulu summi børn, í Føroyum, bíða í UPP TIL 3 ÁR fyri at sleppa framat. Tað er púra burturvið!
Vit mugu raðfesta psykiatriina og tryggja, at børn okkara sleppa framat, tá tørvur er á tí, OG IKKI TRÝ ÁR SEINNI! Tað snýr seg um trivnaðin hjá børnum okkara og familjum teirra. Tí mugu vit fáa lógarásett eina viðgerðartrygd, ið eisini umfatar psykiatri og viðgerð. Við viðgerðartrygdini tryggja vit, at eingin skal bíða, og tað ætli eg mær at fáa upp á rætt lag, um eg verið vald á ting.
X við Sunnvá Dahl Høgfeldt 26. mars og Sambandsflokkin 24. mars.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



