Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bjarta bustar tenn er myndabók til minstu børnini, sum Silja Aldudóttir hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út 7. februar 2026.

Bjarta hevur fínar tenn, sum kunnu brúkast til alt møguligt. Nú er songartíð. Kom og busta tenn, Bjarta! Men Bjarta tímir yvirhøvur ikki at busta tenn...

Silja Aldudóttir er rithøvundur úr Havn. Hon hevur lisið føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya og starvast sum ritstjóri á Bókadeildini. Hon útgav barnabókina Ódjór í 2022. Hetta er hennara fyrsta bók til smærri børn.

Lena Nicolajsen er sniðgevi og myndprýðari búsitandi í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin á Danmarks Designskole og hevur m.a. myndprýtt fleiri barnabøkur.
Bókaframløga

Leygardagin 7. februar kl. 14 skipar Bókadeildin fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á Býarbókasavninum í Havn.

Skrá
⦁     Barnakórið Nova 2 og 3 frá Musikkskúlanum í Havn framførir nakrar sangir
⦁     Rithøvundurin, Silja Aldudóttir, lesur søguna
⦁     Tekniverkstova fyri børn við myndprýðaranum, Lenu Nicolajsen
⦁     Drekkamunnur og høvi er at hitta rithøvundin og myndprýðaran
⦁    Bókin er til sølu fyri serprís

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #