N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Borðtennissambandið: Átta leikarar á føroysku ungdóms- og A-landsliðum hava um vikuskiftið verið í Íslandi og luttikið í kappingini BH Open, sum er ein árliga afturvendandi kapping í Hafnarfirði, har føroyingar javnan hava luttikið áður.

Her gjørdu føroyingarnir um seg, og tað vóru serliga A-landsliðsleikarin, Albert Weihe Wolfsberg, og ungdómsleikarin, Rasmus Teitsson í Skorini, sum gjørdu bart.

Albert, sum býr og spælir í Hillerød í Danmark, vann bronsu í stinnu kappingini Reykjavík International Games, sum varð hildið samstundis sum BH Open. Her vann hann eitt nú á íslendska ladsliðsleikaranum, Magnúsi Jóhann Hjartarsyni.

13 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini fór allan vegin og vann gull í U15A-kappingini, og prógvaði seg sum stinnasta leikara í hesum árganginum landanna millum. Í hesum sama bólkinum vann eisini føroyski Suni á Lava bronsu, og Suni vann eisini gull í U19B.

Rasmus var eisini um reppið at vinna gull í U19A, har hann tó tapti tepurt 3-2 í finaluni og harvið vann silvur.

Kappingin endaði við einari liðkapping, har leikarar - tveir og tveir - spældu saman í tveimum einmansleikum og einum tvímansleiki. Her gjørdist tað eisini til tvey heiðursmerki afturat. Hesi vunnu Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava við at vinna bronsu í liðkapping í bólki C, og Elsa Kathrina Gisladóttir og Hadassa Schwartson Christiansen somuleiðis við bronsu í liðkapping í bólki D.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #