Tórshavnar kommuna: Saman við Nólsoyarnevndini skipar Tórshavnar kommuna fyri borgarafundi í Nólsoy, har fleiri týðandi mál eru sett á skrá. Fundurin verður í Bygdarhúsinum Royndin mánadagin 8. juni 2026. Fundurin byrjar kl. 19.30.
Millum málini eru avleiðingarnar av harða eystanbriminum, ið leggur fótbóltsvøll, veg og annað undir í sjógvi.
Upprunaliga rann ein náttúrlig renna tvørturum oynna, sum leiddi brimið vesturum. Seinni varð renna stoypt, men sum í dag er fylt upp. Uppskot er at fáa rennuna fram aftur, og tí sambandi er eisini spurningur um staðsetingina av fótbóltsvøllinum.
Bústaðarbygging er eisini á skrá til fundin. Í Nólsoy eru fleiri grundstykki tøk, eitt nú Undir Bøbrekku. Hóast tað er trupult at fáa gongd á sethúsabygging.
Til borgarafundin verður nýggi umhvørvispolitikkurin hjá kommununi lagdur fram, Umrøða verður eisini av umhvørvisátøkum í Nólsoy.
At enda verða samferðsluviðurskiftini umrødd.
Á fundinum taka borgarstjórin, býráðslimir og starvsfólk frá fyrisitingini lut.
Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



