Tín Politiska Meining hevur boðið øllum 33 løgtingsfólkunum at luttaka í beinleiðis spurnarløtum við borgarum.
Tiltakið eitur AMA – Spyr Løgtingið. Ætlanin er, at eitt løgtingsfólk í senn svarar spurningum í Facebook-bólkinum Tín Politiska Meining, sum hevur umleið 6.000 limir.
Borgarar kunnu longu senda spurningar, eisini uttan at upplýsa navn og teldupost. Atfinningarsamir spurningar eru vælkomnir, men ikki persónsálop ella viðkvæmar persónsupplýsingar, siga fyrireikararnir.
Enn er ikki greitt, hvørji løgtingsfólk verða tey fyrstu at luttaka, og onki verður sagt um, hvørjir politikarar hava játtað at taka lut.
Tað er Arnfinnur á Byrtuni sum stendur aftanfyri tiltakið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



