Vit hittast á Facebook hjá Zuckerberg í USA heldur enn í bussinum hjá Gundi á Signabø. Kroppar eru ikki saman longur
- Høgni Mohr

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit hittast á Facebook hjá Zuckerberg í USA heldur enn í bussinum hjá Gundi á Signabø. Kroppar eru ikki saman longur
- Høgni Mohr
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Mikudagin 19. august flytur Elsa Berg, borgarstjóri, enn eina ferð skrivstovuna av Vaglinum í Havn – Hesa ferð til Kirkjubøar.

Endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kirkjubø og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.

“Eg gleði meg at koma eitt sindur runt í bygdini og at tosa, læra og lurta eftir teimum, ið koma á gátt”, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Byrjað verður klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt í bygdini og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti.

Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Lágabø 5, har øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið.

Fyrr í ár flutti borgarstjórin sína skrivstovu út í Hest og til Velbastaðar, har hon og umsitingin saman við staðbundnu nevndini umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdina. Nú verður tað sama gjørt í Kirkjubø, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #