Næstan 25 ár eftir yvirgangsálopini 11. septembur 2001 hevur borgarstjórin í New York, Zohran Mamdani, almannakunngjørt yvir 170.000 skjøl um luftgóðskuna kring Ground Zero.
Tað skrivar CNN sambært TV 2.
Skjølini hava higartil verið óatkomilig hjá almenninginum og vísa, at myndugleikarnir tá vóru vitandi um óvissuna um heilsuligu avleiðingarnar av luftini kring Ground Zero.
- Fólk gjørdust sjúk, tí leiðararnir, sum tey høvdu álit á, søgdu ikki satt og søgdu teimum, at tað var trygt at anda eitrandi luft, segði Zohran Mamdani á tíðindafundi týsdagin, har hann boðaði frá, at skjølini nú eru almenn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



