Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Lesarin skrivar

Býráðsformaðurin man ikki hava nóg gott skil á Bygdasavninum Forna á Glyvrum. Hann segði, at húsini mundu vera eini 80 ár, men húsini eru 91 ár; tey eru bygd í 1935.

So segði hann, at har vóru nakrir lutir inni, tað fekk man altíð orðnað. Eg kann upplýsa, at tað eru um 2000 lutir inni í Forna, sum hevur lutir frá 16 bygdum, nógvar søguligar lutir, m.a. ein handil, sum er meir enn 90 ár, við diski, skuffudiski, petroleumspumpu og eina kaffimyllu, sum er frá kongaliga handlinum í Havn.

Nógvar lutir frá Einar Djurhuus lækna, sum var lækni her í meira enn tveir mansaldrar.

Gamlar lutir frá teimum gomlu bóndahúsunum, bæði á Glyvrum, í Lamba og í Søldarfirði. Skrínið hjá gamla Símun á Høgabóli, tá ið hann kom foreldraleysur inn til fastur sína at vaksa upp.

Ein kundi blivið við, tí tað eru nógvar søgur knýttar til lutirnar.

Bygdasavnið Forni er eitt góðkent bygdasavn, og vit fingu stuðul frá Tjóðsavninum og kommununi. Okkum var álagt, at vit skuldu gera framsýningar og hava húsið opið.

Húsið var opið tríggjar dagar um vikuna, og eg saman við Karin Kastalag høvdu gjarna arbeiði við okkum til hús.

Í hesi 36 árini sum fornminnisfelagið hevur virkað, hava vit gjørt um 30 siðsøguligar framsýningar, og vit hava givið blaðið Keraldið út við siðsøguligum tilfari, umframt tað hevur verið ættargransking í húsunum øll árini.

Orsøkin til, at fornminnisfelagið helt uppat, var, at kommunan tók stuðulin frá Forna, sum er ein treyt fyri, at landið gevur stuðul. Í fjør spurdi eg formannin í Mentanarnevndini í kommununi, um teir fingu stuðul frá landinum fyri Forna. Hann svaraði: “Ja”.

So spyrji eg til seinast, hava teir gjørt sum bygdasavnslógin álegði okkum: Hava teir havt opið hvørja viku? Hava teir gjørt framsýningar?

Tann seinasti spurningur man verða: Hví vildi kommunan hava Forna, tá ið teir hvørki hava havt varma ella ljós í húsinum og ongan at ansa eftir øllum teimum søguligu lutunum sum eru har?

Maria Jacobsen
Fyrrverandi formaður í Forna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #