Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Innlendis ítróttur

Íslendarar fegnast um eitt av teimum fimm málunum, ið teir skoraðu ímóti Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

Íslendarar fegnast um eitt av teimum fimm málunum, ið teir skoraðu ímóti Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

Íslendarar fegnast um eitt av teimum fimm málunum, ið teir skoraðu ímóti Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

FSF: Eftir eitt sindur av órógv í flogferðsluni, eydnaðist umsíðir at sparkað UEFA menningarkappingina fyri U16/U17 landslið við dreingjum, sum í hesum døgum er í Føroyum, í gongd.

Fyrsta umfar varð spælt fríggjadagin, og við sigrum á Føroyum og Estlandi, komu Bosnia Hersigovina og Íslandi væl frá byrjan.

Bosnia vann 3-1 á Føroyum, eftir 1-0 leiðslu í steðginum. Føroyska liðið javnaði til 1-1 tá átta minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki við málið sum Emil Ludvig Jacobsen skoraði.

Í seinni dystinum vann Ísland stórsigur á Estlandi. Úrslitið gjørdist 5-1 til Ísland, sum var á odda 1-0 í hálvleikinum. Estar fingu spenning í dystin stutt eftir steðgin tá teir javnaðu til 1-1 við brotssparki. Men íslendingar settu síðani ferðina upp, og vunnu til endan 5-1.

Annað umfar í UEFA menningarkappingini verður spælt sunnudagin 1. mars. Klokkan 12:15 møtast Ísland og Bosnia Hersigovina, og klokkan 15:00 spæla Estland og Føroyar.

M Y N D I R

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung (0-17 ár) hava ókeypis atgongd. Tó skulu børn og ung skráseta seg fyri einum atgongumerki, sum fæst í nethandlinum. Atgongumerki eru galdandi fyri báðar dystirnar á degnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #