Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Brá Zakariasardóttir, Evelin Mastropasqua og Julia Naomi Mortensen - Mynd: hb.fo/07vestur.fo

Brá Zakariasardóttir, Evelin Mastropasqua og Julia Naomi Mortensen - Mynd: hb.fo/07vestur.fo

Brá Zakariasardóttir, Evelin Mastropasqua og Julia Naomi Mortensen - Mynd: hb.fo/07vestur.fo

FSF: Komandi sunnudag verður farið undir endaspælið í MeistaraDeildini hjá kvinnum, men undan fyrstu dystunum skulu fjepparar velja besta spælara í juni.

Tríggjar spælarar eru tilnevndar. HB eigur tvær av tilnevningunum við Brá Zakariasardóttir og Juliu Naomi Mortensen, meðan Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur er triðja navnið á listanum.

Atkvøðugreiðslan er opin á sona-appini til leygarkvøldið á midnátt.

HB byrjar annars fremst í ovara bólki í endaspælinum við 34 stigum, meðan KÍ er á øðrum plássi við 31 stigum. Víkingur hevur 24 stig, og Skála, sum er flutt upp í ovara bólk, eftir at NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, byrjar endaspælið við tíggju stigum.

Í niðara bólki er B36 fremst, 07 Vestur nummar tvey, meðan FC Suðuroy og ÍF, sum er komin upp úr 1. deild, eru á ávikavist triðja og fjórða plássi.

Stigatalur og leikskráir: MeistaraDeildin kvinnur 2026

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #