Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-067/2025 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um ríkisfelagsskapin
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Stuðlar løgmaður ríkisfelagsskapinum?
2. Eru eftirverandi flokkarnir í sokallaðu tjóðarsemjuni – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi,
Fólkaflokkurin og Framsókn – samdir um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?
3. Er fundur avtalaður við donsku stjórnina um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?
Svar:
Til spurning 1
Eg eri samdur við spyrjaranum í, at støðan hjá Grønlandi, sum er í ríkisfelagsskapi við Danmark, er sera álvarsom.
Somuleiðis mugu vit ásanna, at tað er nógv, sum bendir á, at tann heimsskipan, sum vit kenna í dag, og sum hevur skapt karmarnar fyri friði og framgongd síðani seinna heimsbardaga, er um at fara fyri skeyti.
Landsstýrið stuðlar treytaleyst Grønlandi og grønlendska fólkinum.
Tað eru bara tey, ið kunnu taka avgerð um teirra framtíð.
Somuleiðis er landsstýrið av teirri fatan, at heimsins lond eiga at halda seg til altjóða lóg, og tað er ikki í lagi, at lond gera seg inn á landaøkið hjá øðrum.
Landsstýrið hevur altíð trygdina hjá Føroyum og føroyingum fyri eygað fyrst og fremst.
Hetta er eisini tí, at landsstýrið valdi at fylgja okkara sameindu við at seta nýggj avmarkandi tiltøk móti Russlandi í verk, sum m.a. fevna um tvey navngivin russisk reiðarí.
Okkara sameindu – bæði í Evropa og vestan hav – fylgja væl við í tí sum vit gera, og meta tað hava týdning, at Føroyar í verki fremja átøk til frama fyri trygd og støðufesti.
Tí kann tað verða ein álvarsom støða fyri Føroyar ikki at fylgja okkara sameindu við tiltøkum móti Russlandi, eins og stóru andstøðuflokkarnir ynskja.
Harvið er vandi fyri, at Føroyar verða fataðar sum ein óálítandi samstarvsfelagi í eini tíð, tá ið samanhald millum lond valla hevur havt størri týdning.
Til spurning 2 og 3
Sum eg havi svarað spyrjaranum áður, m.a. í § 52a fyrispurningi 52-110/2024, so eru fimm av seks flokkum á Løgtingi samdir um, at Føroyar tørva størri uttanríkispolitiskar heimildir, og ynskja eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir og byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi.
Altso at broyta ríkisfelagsskapin til ein ríkjafelagsskap.
Ein skipan, sum fyrrverandi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, og núverandi tingmaður hjá Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, longu skeyt upp í ólavsøkurøðu síni í 2012.
Sum eg havi sagt fleiri ferðir áður, so er hetta eitt arbeiði, sum væntandi kemur at strekkja seg longur enn verandi valskeið, og tí er tað, sum hevur størstan týdning, at arbeiðið verður gjørt rætt og væl, og í so breiðari semju sum møguligt.
Bæði innanhýsis í Føroyum, og millum Føroyar og Danmark.
Enn er eingin fundur avtalaður millum landsstýrið og donsku stjórnina um hesi viðurskifti.
Í Tinganesi, 26. januar 2026
Aksel V. Johannesen
løgmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



