Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Kommunali kalendarin hevur enn einaferð lagt eitt ár aftur í kjalarslóðina. Nú verður aðalfundur hildin í Kommunufelagnum fyri árið 2025, og í næstum standa ikki færri enn tvey val á skrá, val til Føroya løgting og eisini skulu tvey umboð veljast til eitt útlendskt parlament.

Tollaksmessuaftan í 2022 skrivaðu tríggir flokkar (CEF) undir samgonguskjal undir heitinum ”Saman eru vit sterk.” Kommunali geirin verður at kalla ikki tikin uppá tungu í hesum politiska manifestinum, kortini hevur samskiftið verið heldur frægari enn við aðrar samgongur undan hesari. Okkurt hendinga er komið burturúr, men alt ov lítið í mun til leiklutin, støddina og týdningin, sum kommunurnar hava í føroyska samfelagnum í dag. Tikið verður aftur í aftur hendan táttin.

Nú formaðurin í Nýskipanarnevnd løgmans avhøvdaði seg sjálvan, við at kandidatera til ein sess á Føroya løgtingi, vita vit ikki hvørjum nýskipandi átøkum hann og hansara fylgi ætlaði at borðreiða við, nú tað á øðrum sinni lá fyri hjá nevndini at geva landsstýrinum góð ráð. Góðar keldur vilja kortini vera við, at nevndin ætlaði at vísa á áneyðirnar at rationalisera kommunala geiran. At savna kommunurnar í færri og størri eindir. 

Tað hevur verið eitt afturvendandi umrøðuevni á politiska pallinum í áratíggju, og umframt fleiri trivalig álit, var alt fólkið í landinum einaferð – fyri 14 árum síðan - rikið til valhølini fyri at gera greiði fyri sínari støðu hesum viðvíkjandi. Áhugin fyri fólkaatkvøðuni hin 3. mai í 2012 var væl lakari enn væntað, fyri ikki at siga púrt ongin, og úrslitið gjørdi støðuna fløktari enn hon var frammanundan.

Hugsaninar eru av góðum og nógvum orsøkum ymiskar um eitt mál sum hetta. Í grannalondunum, t.d. í Íslandi og í Danmørk, er talið av kommunum væl lægri enn fyri fjórðingsøld síðan, meðan gongdin í eitt nú Fraklandi hevur verið hin øvuta. Ein av stóru politisku vitunum í Europu, generalurin og forsetin Charles de Gaulle, var sannførdur um, at kommunurnar og borgarstjórarnir í landinum vóru ein alneyðugur grundvøllur undir franska fólkaræðinum, hóast hann sjálvur miðsavnaði landspolitiska valdið inni á bonaðu fjalunum í París – í Palais de l'Élysée.

De Gaulle hugsaði um politisku geirarnar sum ein familjubygnað, har ið borgarstjórarnir onkursvegna umboða ein vakran og ábyrgdarfullan bygnað, sum er brúgvin ímillum statin og fólkið í landinum. Tað eru á leið 35 túsund kommunur í Fraklandi, - í 70%´um av hesum búgva færri enn túsund borgarar. Onkursvegna eru kommunurnar samrakstrar-mátturin í einum landi, sum annars er gitið fyri politiska órógv, og núverandi kommunali bygnaður teirra er eisini ein beinleiðis avleiðing av stóru fronsku byltingini seinast í 18. øld.

Líkamikið hvat ið hvør meinar um kommunala bygnaðin í Føroyum, so er støðan framvegis hon, at 29 størri og smærri kommunur hava ábyrgdina av stórum pørtum av samfelagnum. Eftir at dagstovnaøkið, barnaverndin og eldraøkið vóru flutt kommununum at taka sær av, helst av tí orsøk, at landsgeirin ikki evnaði at reka økini hóskiliga, er kommunali geirin vorðin ein alt avgerandi leikari í føroyska samfelagnum. Hesin geirin er nú meginleikarin á mótum, har sum borgarin og myndugleikin møtast á mørkum. Við hesum hvílir ein ovurstór ábyrgd á føroyskum kommunum. Hetta sæst eisini aftur í peningaliga umfarinum hjá kommununum, sum tíbetur hevur verið vaksandi, nú Føroyar hava verið í einum uppgangandi búskaparligum sveiggi í óvanliga drúgva tíð.

Í nøkur ár hava formansskapurin og fyrisitingin í Kommunufelagnum virkað fyri at demokratisera felagsskapin. Gamli bygnaðurin var ein leivd frá tíðini, táið tveir kommunalir felagsskapir umboðaðu geiran, tí var neyðugt at endurskoða og dagføra grundarlagið soleiðis, at tað hóskaði til ein nýggjan veruleika. 

Nú sita allir borgarstjórar landsins – 29 í tali - við borðið, táið viðkomandi mál vera viðgjørd nakrar ferðir um árið. Í formansskapinum sita 5 borgarstjórar, har ið tveir teirra í løtuni eru formaður og næstforkvinna. Í KAF sita tríggir borgarstjórar saman við umboðum fyri kommunalu ognirnar SEV og IRF, og í BVS-nevndini (barnavernd) sita tríggir borgarstjórar. Alt bendir á, at tað hevur eydnast væl at flyta ábyrgdina av felagsmálunum yvir á fleiri herðar at røkja. Leggjast skal afturat, at Kommunufelagið hevur eina serstakliga munadygga fyrisiting, sum altíð er tøk, táið kommunurnar hava áneyðir á skikkaðari hjálp í gerandisdegnum. Felagið heldur til á tveimum matriklum miðskeiðis í høvuðsborgini, og í ár er skipað soleiðis fyri, at báðir bygningarnir hava lagt um frá svartari til grøna orku.

Eftir at samgongan, sum nú leggur frá sær, varð skipað, hendi tað, at eitt aðalráð kom undan kavi, sum skuldi hava ábyrgdina av børnum og útbúgvingum. Rópt BUMR í dagligari talu. Ein barnaverkætlan var sett á lunnar, og ætlanin var at smíða eina barnalóg. Kommunurnar gjørdust av góðum grundum ein partur av hesi stóru ætlan, sum sambært vælvitandi keldum hevur kostað landinum væl omanfyri 10 milliónir krónur. Lítið og onki kom burturúr arbeiðnum uttan tað, at ein Familjudepil varð skipaður, eftir at Kommunufelagið strongdi á fyri at fáa lív í  hendan alneyðuga virknaðin aftur. Nú nýval er í hondum ber til at siga, at ongin barnalóg er komin, og at tænasturnar til børn og ung ikki eru betri samskipaðar í dag enn tær vóru frammanundan, at hetta í meira lagi akademiska eksperimentið fór av bakkastokki. Kanska tíðin er komin til, at kommunurnar fáa ein størri leiklut á skúlaøkinum, sum kann enda við, at fólkaskúlin verður lagdur til kommununrar at reka á sama hátt sum hini trý økini – dagstovnar, barnavernd og eldraøki – sum sambært teimum flestu liggja í væl betri hondum í kommunala- heldur enn í landsgeiranum frammanundan.

Ein skitsa til eina barnalóg liggur nú onkustaðni ímillum skins og hold, druknað á leiðini millum pensiónsaldur og heimsins longstu undirsjóvarsmogu, og sambært henni var ætlanin, at kommunurnar skuldu bera dastið av útreiðslunum, hóast ábyrgdarøkið liggur báðumegin markið. Ongin avtala var millum partarnar um fígging, hóast nú fúnaða uppskotið var sent viðkomandi pørtum til hoyringar. Hugskotið var ivaleyst á einari leið, men ov drúgva handfaringin fer helst at hava tað við sær, at vit ikki frætta frá hesum málinum aftur í bræði - um nakrantíð.

Ein endurskoðað dagstovnalóg hvarv eisini úr høpinum, nú val varð skrivað út. Tíbetur, tá hon á ongan hátt var til frama fyri kommunurnar, og høpið hon var ætlað til.

Fíggingin av eldraøkinum er longu ein avbjóðing, og allar framrokningar benda á, at støðan fer at standa við og versna. Í 2021 var ein eftirmeting gjørd av økinum í síni heild, og tá kom ein bólkur við fleiri tilmælum um, hvat ið kundi gerast fyri at tryggja fíggjarliga grundarlagið, sum var við at ríða undan í mun til kostnaðin. Tað einasta sum higartil er komið burturúr hesum er, at skuldarloftið hjá kommununum er hækkað samsvarandi landskassans afturbering eftir einum fíggingarlykli smíðaður í 2014. Hartil er loyst upp fyri, at tað ber til at hækka egingjøldini hjá teimum, sum gera brúk av eldraøkinum. Soleiðis hevur hendan nú 5 ára gamla eftirmetingin ongan bata havt við sær í mun til fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur. Almenni myndugleikin hevur bert flutt seg á mótum, sum ongar fíggjarligar avleiðingar hevur fyri hann. Avrátt var annars á fundi millum Landsstýrið og Kommunufelagið tíðliga seinasta summar, at Fíggjarmálaráðið skuldi kalla inn til fund um at finna eina leið burturúr vaksandi avbjóðingunum. Tað hoyrdist hvørki orð ella eiður aftur úr Tinganesi, tí verður ein roynd gjørd aftur so skjótt sum ein nýggj landsstjórn hevur sett seg við heimastýrisradiatorarnar í Nesinum.

Í 2025 samráddist Kommunufelagið við Eirik í Jákupsstovu, táverandi landsstýrismann í almannamálum, um at yvirtaka ábyrgdina av teimum minnisveiku undir 67 ár. Semja og fígging fekst í lag, og frá 1. januar 2026 er økið komið inn í kommunala geiran. Onnur mál á markamótum liggja framvegis óloyst.

Ætlanin var at uppstiga SSP – tvørfakligt samstarv millum skúlar, sosialar myndugleikar og løgregluna, men tað eydnaðist ikki, táið tað ikki bar til hjá hinum báðum pørtunum at hækka játtanina. Fíggingin til høpið er annars samantvinnað soleiðis, at kommunurnar, ein fólkaskúlajáttan og ein stuðulsjáttan frá landinum gjalda hvør sín triðing – í ár ásett til kr. 1.800.000. 

Heimild er eisini latin kommununum at taka tænastugjøld fyri tóm býli, og Ferðavinnulógin, sum var sett í gildi í mai 2024, álegði kommununum at gera ferðavinnuætlanir áðrenn ársskiftið 2025/26.

Kommunufelagið hevur í fleiri ár verið umboðað í einum orkubólki, sum hevði til endamáls at vera tilmælandi um ein føroyskan orkupolitikk. Semja var um tað mesta, men seinasti parturin av arbeiðssetninginum er ikki avgreiddur enn. Kommunalu umboðini hava sjálvandi verið litað av, at kommunurnar eiga og reka orkuskipanina í Føroyum. Óhugsandi er at eigarin, kommunurnar, hava nakran áhuga í at sleppa samhaldsfasta leistinum, sum okkara orkuskipan hvílir á. Hendan skipanin, sum fyrst og fremst er megingrundin undir einum framkomnum samfelag og landi.

Eitt serstakt mál í kommunala geiranum í 2025 og higartil í 2026 er avgerðin í niðurlagda løgmálaráðnum um, at umval skuldi haldast til býráðið í Runavíkar kommunu hin 13. januar. Føroya rættur steðgaði málinum fyribils. Føroyska løgmálaráðið skrivaði valið út í somu løtu sum danska løgreglan í Føroyum hevði flutt eina skuldseting til eina ákæru ímóti valstýrisformanninum í Oyndarfirði. Hesin er nú í Føroya rætti fríkendur, men enn ferðast málið um umval onkustaðni ímillum Føroya rætt, Procesbevillingsnævnet og Landsrættin. Hvussu leikur fer í hesum margháttliga leiki, eindømi í danskari rættarskipan, fara vit ivaleyst at frætta meiri um sum frálíður.

Nú standa annars tvey onnur mál fyri framman, - fólkatingsval og løgtingsval. Fólkatingsvalið hevur ongan týdning, og ikki størri virði enn tvær forvunnar trivaligar lønir og ríkiligar pensiónir umframt. Teir báðir sessirnir gagna bert tveimum føroyingum, øðrvísi er við løgtingsvalinum. Líkamikið hvør ið sessast úti í Tingnesi, táið landsstýrið er skipað, so fara tað altíð at vera mál, sum røkka um mørk, inn í báðar geirar, lands- og kommunala geiran. So skjótt sum nýtt landsstýri er skipað, fer Kommunufelagið at seta seg í samband við nývalda løgmannin um at fáa í lag eitt kontinuerligt samskifti og samstarv við hann og landsstýrisfólkini undir honum.

Nú, ein lítil vika er eftir av valstríðnum, er ylur annars komin í materiuna, og mascaran bráðnar frá gekkaskortunum. Vit hava sjálvandi í spenningi bíða eftir álopum á kommunala geiran, og ikki óvæntað koma skotríðurnar nú úr ymsum heraðshornum. Hesi, sum løgdu dagstovnaøkið, barnaverndina og eldraøkið út til kommunurar at reka, bert tí at tey ikki megnaðu tað sjálvi, royna nú at foykja fíggjarligu skorðurnar undan kommunukassunum, sum eru ivaleysa sperdir frammanundan. Ein politiskur flokkur endurtekur nú royndina, at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, og nú sum fyrr skulu vit bert vísa á, at hækkar botnfrádrátturin upp í 65 túsund krónur, sum ætlanin einaferð var, fer tað at kosta kommununum á leið 300 milliónir krónur um árið.

Eitt valevni í sama flokki sum arkitekturin handan aldarinnar mest unikka lop – manøvru - í búskaparligum fimleiki, forskattingin av pensiónunum, var so óansin at siga, at hansara egni keisari var spillnakin. Hann fekk ein uppercut undir høgra kjálka, og er ikki sæddur í ringinum aftur. Forskattingin er ein partur av vantandi haldførinum, var sagt, og hon er bulurin í fíggingini av eldraøkinum, sum kommunurnar nú fyrisita.

Samgongan, sum nú bløðir út, megnaði ikki royndina, at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Politiska handalagið rakk ikki, og nú leggur stjórnarleiðarin, løgmaður, sum ein særdur hvalur, eftir kommunala geiranum fyri at hava forða hesum. Her verður ikki tikið í egnan barm, táið sagt verður, at kommunali geirin verður stýrdur av stein-konservativum monnum. Stein-konservativum monnum. Tað eru tey sum halda, at protestantiski arbeiðsmoralurin er ein meginbulur undir vælferðarsamfeløgunum, tað eru øll eftir øllum at døma ikki samd um, og vit hava áður staðfest, at bara hendan manøvran hevði kostað kommununum 205 milliónir krónur um árið. Bara í tveir dagar hava borgarnir, ið varða av kommununum, bert við hesum báðum dømunum, fingið eina loftborna rokning á eina hálva milliard krónur árliga.

Kommunurnar hava tí bara eina inniliga áheitan á flokkar og valevni: ”Haldi fingrarnar burtur frá kommunala geiranum(!)”

Føroyskur búskapur er sjálvandi ógviliga ávirkaður av tí sum hendir kring um í heiminum, men sambært seinastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum er ongin grund til stúran. Ørvarnir renna rætta vegin, og um skil fæst á raksturin, sum fløðir og fjarar upp og niður í landskassanum, eru útlitini á heilt góðari leið.

Hóast eitt ár er umliðið, so kennist tað líka rætt at enda við somu orðum sum fyri júst einum ári síðan:

”Órógv og umskiftilig viðurskifti herja heimin. Trupult er at vita hvat ið vendir upp og hvat ið vendir niður. Hvat ið er reytt og hvat ið er blátt og øvut. Eitt slag av klassiskari imperialismu hevur eisini tikið seg upp fyri eystan og vestan, autokratiskt hugsandi menn ynskja og royna at víðka um egið territorium, og ein avleiðing hjá okkum føroyingum er m.a., at vit hava sett í verk havnastongsul mótvegis einum av samstarvspartnarum okkara. Hvussu vit fara at navigera í eini meiri ókendari framtíð enn annars, tað er ilt at vita, men undir øllum umstøðum kunnu ráðini hjá Gandhi hjálpa okkum: ”…..onki teirra sleppur kortini at taka meg av fótum. Eg verði standandi í egnum jørðildi – á egnari grund.” Tann grundin er treytaleyst fólkaræði.”

tórbjørn jacobsen, formaður í Kommunufelagum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #