Fiskamarknaður Føroya: Fýra frystilínuskip eru til fiskarí, allir við Føroyar, men onkur hevur tó eisini verði á Flemish Kap.
Streymurin er harður, men batnar seinni í vikuni. Veðrið verður gott fyri tað mesta. Vit væntað tó lítið av útróði, tí at tær flestu landingarmiðstøðirnar hava stongt og eisini fleiri keyparar eru í feriu.
Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Landar møguliga síðst í vikuni. Ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Hann landa eisini í vikuni.
Trý pør eru til fiskarí. Tey landa væntandi í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.
Ein trolbátur er á landleiðini og fiskar mest flatfisk og so nakað av toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Báðir landa í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa helst í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



