Fiskamarknaðurin: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Tað landar væntandi síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er ávegis heim frá Flemish Kap, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski. Tað við Eysturgrønland fiskar svartkalva, meðan skipini við Føroyar, fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi, men vit vælnta tó nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Báðir landa í vikuni. Ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk og ein fiskar kongafisk. Ein frystitrolari er eisini úti.
Fýra pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Eitt par er á Íslandsrygginum.
Tríggir trolbátar eru úti og koma allir at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Smáligt fiskarí.
Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



