Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Politikkur

Vit skulu krevja eina reina revsiváttan frá øllum teimum, ið ynskja at koma til Føroya at arbeiða ella at búgva.

Nógv fólk blanda Fast Track skipanina og útlendingapolitikkin. Fast track skipanin hevur bara gjørt avgreiðslutíðina fyri arbeiðsloyvini styttri. Treytirnar fyri at koma til Føroya, eru tær somu sum tær vóru áðrenn Fast Track skipanin varð sett í verk. Føroyar hava brúk fyri arbeiðsmegi, og uttan útlendsku arbeiðsmegina, vóru vit ikki komin so langt sum vit eru í dag. Men tað merkir ikki, at vit ikki skulu taka ábyrgd av teimum, ið koma hendanvegin. Tí haldi eg, at vit eiga at styrkja okkara útlendingapolitikk.

Ein sjálvsagdur partur er, at vit seta krav um revsiváttan, tá fólk søkja um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum. Tað snýr seg um tryggleika, tí vit skulu vita, hvør kemur inn í okkara samfelag.

Síðan skulu vit tryggja, at tey ið ynskja at búseta seg her, verða integrerað og gerast ein partur av føroyska samfelagnum. Tí eiga vit at seta greið krøv um mál og mentan. At læra føroyskt, og at skilja føroyska mentan, er lykilin til at gerast partur av samfelagnum, bæði á arbeiðsplássinum og í gerandisdegnum.

Men rættindi og ábyrgd fylgjast at. Fólk, sum velja at búgva og arbeiða í Føroyum, skulu virða okkara lógir. Tí halda eg og Sambandsflokkurin at tey, ið fremja álvarslig lógarbrot, skulu vísast av landinum. Tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum tryggum og vælvirkandi samfelagi.

Hetta snýr seg ikki um at seta fólk í básar. Tað snýr seg um at skapa eitt samfelag, ið er opið fyri arbeiðsmegi, men sum samstundis hevur greiðar reglur og ein greiðan integratiónspolitikk. Tað handlar um at skapa trivna og tryggar karmar fyri øll, ið búgva her. Ein greiður og rættvísur útlendingapolitikkur er ein fortreyt fyri góðari integratión og einum tryggum samfelag. 

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt 26. mars

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #