Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Undirritaði luttók á trapputinginum í skúlanum á Argjahamri.

Eg tosaði um bústaðarbygging men, talutíðin var so stutt, at man ikki fekk sagt alt man hevði uppá hjarta:

Tí hesar reglur.

Kostnaðurin á einum bústaðið til ung fólk við vanligari løn kann ikki fara uppum 2 mill. Tí hetta er tað max tey evna at forrenta. 

Og tað ber til við skilagóðari innrætting og góðari stýring at reisa ein bústað uppá 100 kvm fyri 2 mill. um man byggir tað sum raðhús, randarhús, tætta bygging ella byggir í hæddum.

Afturat hesum kemur kostnaðurin á grundøkinum, sum lættliga kemur uppum eina hálva mill. ella meira og tað er hesin eykakostnaðurin ið gerð at hesi ungu koma í trupuleikar.

Men er tað neyðugt at keypa hesi dýru grundøkið??

Í Noreg, Ìslandi, Grønlandi kann man leiga grundøki til bústaðarbygging. Og her heima hevur vinnan gjørt hetta í mong harrans ár!

Á havnarøkjum standa nógvir bygningar, tað veri seg pakkhús, flakavirki v m. og hesi standa øll á leigaðum øki.  Tað má bera til at gera hetta fyri serstaka bústaðarbygging eisini.

Løgtingið má um neyðugt, gera tær neyðugu lógarbroytingarnar ið skulu til so kommunur kunnu koma á banan og vera við at loysa bústaðartrupuleikan.

Um hetta verður gjørt, og politikarnir steðga eitt sindur á við íløguvirksemi so tey størru byggivirkini sum í dag hava fullar ordrabøkur  kunnu loysa verandi uppgávur so leysgevur man tað neyðugu orkuna, so ber væl til at reisa 2000 nýggjar bústaðir innan 5 ár til hesi ungu. 

Hetta vil so eisini gerða at kostnaðurin á sølumarknaðinum  vil stagnerað og kanska falla.  

Lat meg skoyta uppí at bústaðirnir ið verða bygdir undir hesum fortreytum eiga at fáa ein tinglisnan servitut ið sigur at bústaðurin bert kann nýtast til langtíðarbústað. 

Á hendan hátt fyribyrgir  man at hesir búðstaðir vera invisterings objekt.

Mads Guttesen 

Mynd: KVF

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #