Himmalhøgu prísirnir á sethúsum og íbúðum í Føroyum eru ein trupulleiki og ein tung byrða hjá barnafamiljum.
Húsaprísirnir eru hækkaðir ómetaliga nógv seinastu árini, tí útboðið av bústøðum er ov lágt til stóra eftirspurningin.
Fyrsti trupulleikin er, at ov fá grundøki verða útstykkjað til sethús, raðhús og íbúðir.
Fólkaflokkurin vil seta ferð á útstykkingar við at gera tær mvg-fríar og loyva kommunum at rinda part av byggibúningini fyri borgaran. Viðgerð av matrikkulering og byggisamtyktum skulu avgreiðast skjótari.
Bygningskunngerðin skal endurskoðast og tillagast til føroysk viðurskifti.
Møguleikarnir hjá ungum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin skulu betrast. Hetta gera vit við, at tey kunnu fáa mvg’ið av byggingini afturborið, umframt at ein partur av eftirlønaruppsparingini kann brúkast til egingjald til húsalánið.
Um tað almenna heldur aftur við íløgum í glæstriborgir og byggigølur í eina tíð, verður byggimarknaðurin ikki so yvir-upphitaður, sum hann er nú. So kunnu vanligu ungu føroyingarnir fáa byggifyritøkur at byggja sær bústaðir, heldur enn at kappast við sínar egnu skattakrónur í almennum byggiverkætlanum, sum upptaka alla tøka orku hjá byggifyritøkunum.
Vit mugu raðfesta bústaðarbygging fyrst og fremst, tí her eru fleiri føroyskar familjur, sum eiga at fáa ein møguleika at flyta heim til Føroya og seta føtur undir egið borð. Hetta kemur at løna seg í longdini bæði hjá landinum og kommunum.
Tí tá ið familjurnar hava tað gott, hevur samfelagið tað gott.
Veljið Fólkaflokkin.
Astrið Breckmann, Listi A
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



