Praise Him, sum er felagsskapur, sprettur úr Lívdini í Hoyvík, hevur í fleiri ár skipað fyri konsertum, har flestu teirra eru í Lívdini, men har tað av og á eisini verður ferðast aðrastaðni í landinum.
Flestu av konstertunum eru við fullum húsi og væl verður tikið ímóti hesum.
Á www.praisehim.fo er yvirlit yvir komandi konsertir, sum felagið skipar fyri og komandi vetur verður eisini sera spennandi.
Eitt fast, afturvendandi tiltak, er Country Jól, har Magni Christiansen framførir og í ár er gestasangarin Lisa Frederiksberg, sum við síni frálíku rødd hevur sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum.
Millum konsertirnar, sum verða í vetur, kunnu nevnast Ichtus við Rúna Hoygaard og Ritu Syderbø á odda, Hans Inge Fagervik, sum skrivaði sangin Farvel Marita og sum bleiv umsettur til føroyskt við heitinum Farvæl Maria.
Heilt stóra navnið, sum verður at hoyra í Lívdini 24. november kl. 21.00 er svenska Melodi Grand Prix stjørnan, Carola Häggkvist.
Tídningarmikið er at keypa atgongumerki í góðari tíð til øll tiltøkini, tí tey seljast skjótt.
Vitjið heimasíðuna www.praisehim.fo, har tit síggja komandi konsertir og kunnu keypa atgongumerkir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



