Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Clickhaze: Clickhaze boðar frá tveimum konsertum í september.
Eftir ein steðg í 23 ár spældi Clickhaze sína fyrstu konsert aftur á G! Festivalinum í summar. Nú boðar bólkurin frá tveimum konsertum afturat.
Fríggjakvøldið 4. september spælir Clickhaze í OY í Havn, og leygarkvøldið 5. september spælir bólkurin konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, hendan seinna framførslan er partur av árligu Mentanardøgunum.
Talan er um tvey serstøk høvi at uppliva bólkin aftur á palli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



