Svar frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52/021-2026 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um kravda pensiónsuppsparing
Spurningarnir vóru hesir:
1. Hvørji krøv verða sett feløgum, ið umsita kravdu eftirlønaruppsparingina hjá føroyingum?
2. Er nakað krav um, hvørjar íløgur feløgini kunnu seta pengar í?
3. Er nakað krav um gjøgnumskygni, soleiðis at løntakarar kunnu fylgja við í, hvussu nógv tey fáa burturúr uppsparingini?
4. Eru ætlanir um at gera broytingar viðvíkjandi avkasti og gjøgnumskygni?
Svar upp á spurning nr. 1:
Landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av tryggingarlógini og kann tí bara svara fyrispurninginum í mun til tey krøv, sum verða sett lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum eftir tryggingarlóggávuni.
Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar skulu hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum fyri at reka sítt virksemi. Loyvið er treytað av, at feløgini lúka ávís kapitalkrøv og leiðslukrøv, og eitt nú skulu nevnd og stjórn hava nóg stóra vitan, fakligan førleika og royndir fyri at røkja uppgávuna ella starvið. Harumframt skulu nevnd og stjórn hava gott orð á sær og vera heiðurlig og óheft. Afturat hesum verður kravt, at nevndin hevur nóg stóra kollektiva vitan, fakligar førleikar og royndir fyri at skilja virksemi felagsins og tann váða, sum er tongdur at hesum. Nevndin hevur yvirskipaðu leiðsluna, og nevndin skal áseta hvussu stóran váða, felagið kann átaka sær.
Í leiðslukunngerðini eru krøvini nærri greinað. Eitt nú skal nevndin orða politikk á viðkomandi økjum og áseta leiðreglur, sum stjórin skal halda seg til. Ábyrgdarøkið hjá stjóranum er somuleiðis greinað í leiðslukunngerðini, og ásett er, hvussu felagið skal verða skipað við skrivligum mannagongdum og innaneftirliti, eins og við váðastýrings-, compliance-, aktuar- og internum audit funktiónum. Í øðrum kunngerðum eru onnur krøv til lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar gjøllari greinað m.a. um grannskoðan, aktuarar, ársfrásøgn, solvens, basiskapital, góðan skikk og kundaupplýsingar.
Svar upp á spurning nr. 2:
Sambært tryggingarlógini skal peningur, ið eitt lívstryggingarfelag ella ein eftirlønargrunnur hevur ræði á, brúkast til íløgur á hóskandi, og fyri kundan gagnligan, hátt.
Henda meginregla merkir, at leiðslan í einum lívstryggingarfelagi ella eftirlønargrunni skal virka fyri, at íløgurnar geva kundunum mest møguligt avkast í mun til íløguváðan. Fyri eldri eftirlønaruppsparingar við miðalrentu galda eisini nærri ásettar plaserings- og spjaðingarreglur í 11. kapitli í tryggingarlógini.
Í leiðslukunngerðini, serliga í fylgiskjali 2, eru serstakar ásetingar um íløguøkið. Nevndin skal orðað ein íløgupolitikk um m.a. hvønn váða, felagið kann átaka sær á íløguøkinum, áseta mál og samanberingargrundarlag fyri avkasti og um hvørjar førleikar, starvsfólk á íløguøkinum skulu hava.
Í leiðreglunum til stjóran skal nevndin m.a. áseta mørk fyri íløguváða og áseta, hvussu váðin skal verða gjørdur upp. Stjórin skal seta í verk mannagongdir á íløguøkinum, m.a. reglur um at fylgja við váða, vinningi ella tapi og virðum, og um at ansa eftir, at felagið heldur seg innan fyri ásett mørk fyri íløgum og váða. Nevndin skal javnan kunnast um hesi viðurskifti.
Í leiðslukunngerðini, serliga í fylgiskjali 6 um váðastýring, er m.a. ásett, at tann, ið hevur ábyrgd av váðastýringsfunktiónini, ið skal verða óheftur av leiðsluni, skal tryggja, at allir týðandi váðar kunnu verða eyðmerktir, mettir, stýrdir og fráboðaðir rætt. Hann skal eisini frammanundan verða hoyrdur um týðandi avgerðir og skal m.a. kunna nevndina, um ein íløga hevur við sær ein stóran váða.
Sostatt eru tað í tryggingarlógini, og serliga í leiðslukunngerðini, greiðar ásetingar um, hvussu nevndin og stjórnin skulu skipa seg á íløguøkinum fyri at fáa mest møguligt avkast í mun til íløguváðan.
Svar upp á spurning nr. 3:
Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar hava skyldu til árliga at upplýsa um tryggingarviðurskiftini hjá kundunum eftir ásetingunum í kunngerð um kunning um lívstryggingaravtalur. Ásetingin tryggjar, at kundin m.a. kann fylgja við í samlaðu uppsparingini og árliga avkastinum.
Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar skulu eisini í sínum roknskapi vísa lyklatøl fyri avkast og kostnaðir seinastu fimm árini, m.a. hvussu nógv ymsu íløgubólkarnir hava kastað av sær, umframt avkast og váða í aldursbólkum.
Tryggingareftirlitið hevur seinnu árini gjørt fleiri kanningar, sum samanbera samlaða árliga avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum.
Kanningarnar eru ein liður í at fremja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum. Tryggingareftirlitið arbeiðir í løtuni við at gera eina dagførda avkastkanning, sum verður liðug seinni í ár.
Svar upp á spurning nr. 4:
Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava sjálvboðin gjørt eina sínámillum avtalu um betri kunning til tann einstaka kundan um teir kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína eftirlønaruppsparing.
Síðani 2023 hava feløgini árliga roknað og upplýst sínar eftirlønarkundar um ÁKK (árliga kostnaðin í krónum) og ÁKP (árliga kostnaðin í prosentum). Endamálið við skipanini er at nágreina, hvat kundin rindar fyri sína eftirlønarskipan. Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda Omkostningshenstillingen frá áhugafelagnum Forsikring & Pension (F&P). Í Danmark hava lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar sjálvboðið umvegis Forsikring og Pension ment eina skipan (Pensionsoverblikket) til eftirlønarkundar, sum gevur kundunum eitt samlað yvirlit yvir týðandi upplýsingar.
Eg fari at heita á Tryggingareftirlitið um at taka upp samband við feløgini fyri at kanna, um tørvur er á eini líknandi skipan í Føroyum, og um tað er skynsamt.
At enda kann eg upplýsa, at Tryggingareftirlitið í samráð við Vinnumálaráðið er farið undir arbeiðið at dagføra tryggingarlógina soleiðis, at lógin í høvuðsheitum verður í samsvari við nýggju donsku tryggingarlógina. Í sambandi við dagføringina verður mett um, hvørjar ES fyriskipanir á tryggingarøkinum skulu setast í gildi í Føroyum. Harumframt verður tørvur á at meta um, hvørjar kunngerðir mugu dagførast ella orðast av nýggjum.
Vinnumálaráðið, 7. september 2026
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



