Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Onnur tíðindi

Løgreglan mátti brúka lurkar, og í minsta lagi trý fólk vórðu handtikin, tá mótmælisgongur endaðu við ófriði í Keypmannahavn í dag.

Felagsskapurin Det Danske Folk skipaði fyri mótmælisgongu til frama fyri donskum virðum, mentan og tjóðskaparligum samanhaldi og ímóti sharia og átrúnaðarligum sosialum eftirliti.

Samstundis skipaðu fleiri felagsskapir fyri mótmælisgongu ímóti rasismu og mismuni.

Samanbrestir vóru millum partarnar, og løgreglan mátti fleiri ferðir leggja uppí. Ófriður var millum annað á Østerbrogade og við Østerport.

Tey handtiknu eru skuldsett fyri harðskap móti løgregluni, at hava fýrverk og at hava rúsevni, upplýsir løgreglan sambært Ritzau.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #