Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne
Onnur tíðindi

Danska stjórnin ætlar spara hjá dómstólunum fyri at hækka játtanirnar hjá politinum og ákæruvaldinum.

Men tað er ikki fallið í góða jørð hjá dómstólunum.

Í einum hoyringsskrivi siga umboð fyri allar býrættirnar í Danmark, at tað er eitt vánaligt hugskot.

Í lógaruppskotinum verður sagt, at dómstólarnir oftani eru eitt "seinkandi element", og politikararnir vilja tí geva politinum loyvi til loyniliga at lurta eftir eitt nú telefonsamrøðum hjá fólki, sum eru undir illgruna fyri eitt hvørt revsivert, í 8 vikur ístaðin fyri fýra sum í dag er galdandi, og krevja bankaupplýsingar frá privatum fyritøkum. 

- Tað er eitt sera álvarsamt inntriv í rættartrygdina, og tað vekir stúran, tá dómstólarnir verða lýstir sum eitt "seinkandi element". Tað er ikki oftani, at vit orða okkum so hvast, siga dómstólarnir millum annað í hoyringsskrivinum, skrivar Politiken.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #