- Næsta vika kann blíva ein góð vika, sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum hevur tikið lut í samráðingunum um framtíðina hjá Grønlandi og hvussu sambandið við USA skal síggja út.
Ein avtala liggur klár at undirskriva, og tað verður gjørt í næstu viku.
Eisini grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen fegnast á sosialum miðlum og sigur, at avtalan umframt at tryggja friðin eisini fer at tryggja menningina av Grønlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



