Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen
Merkisdagar

Í dag mikudagin 5 august fyllir Jóhan Andreas Reyðberg í Klaksvík 85 ár. Jóhan Andreas ella Dia sum øll kenna hann, er føddur og uppvaksin í Kunoy. Pápi Dia, Símun Reyðberg var ein av fleiri brøðrum á Fløtti í Kunoy, og hann var tann einasti teirra, sum var verandi í bygdini. Jógvan Niclasen flutti til Klaksvíkar og búsettist á Vágsheygum, har hann arbeiddi sum byggimeistari. Bjarni Niclasen fór til Havnar har hann virkaði sum lærari á læraraskúlanum. Bjarni er vælkendur fyri mongu umsetingar sínar at nørrønum bókmentum, og ikki minst fyri bók sína Hendingar á Leiðini. Dánjal Niclasen flutti til Keypmannahavnar, har hann virkaði alt sítt lív sum sálarfrøðingur. Eisini hann umsetti fleiri stórverk til føroyskt, eitt nú beinleiðis úr fronskum máli.

Dia var føddur mitt undir seinna veraldarbardaga, og at tað eisini kann vera ringt veður mitt á sumri, er skjón fyri søgn, tí tá jarðarmóðirin skuldi koma heim til Kunoyar var ikki lendandi á støðni. Farið var tí longur norður og at enda eydnaðist at fáa jarðarmóðrina í land. Tá hon kom suður á Fløtt, var drongurin føddur. Dia fortelur sjálvur, at hann ofta var við abba sínum Jóhan Karl á Fløtti uppi í gerðinum og arbeiddi undir krígnum, tá eitt týskt flogfar hoyrdist og kom undan skamt frá har teir vóru staddir. Abbin gjørdi skjótt av, og teir báðir løgdu seg niður handan grótgarðin fyri at krógva seg. Týsk flogfør sleptu um tað mundið fleiri bombur eitt nú í Klaksvík, og tað var eisini vanligt at teir kundu skjóta við maskinbyrsu eftir fólki.

Komin til mans, tað er tá Dia var 15 ára gamal fór hann til sjós, og sjólívið gjørdist arbeiði hansara í næstan 20 ár. Eitt tíðarskeið gekk hann á skiparaskúla, og síðan aftur til skips. Hann var millum annað fleiri ár við línuskipi, ið Palli hjá Mariannu førdi. Tað var tann tíðin í seksti árunum, tá øll tey nýggju ísfiskalínuskipini komu. Tá var ikki vanligt við feriu og frítíð, eins og tað er vorðið nú, og skipsbøkurnar frá skipunum hesa tíðina vísa eisini, at mest vanligt var at manningin var burtur eini 320 dagar um árið. Mangir at teimum, í saman vóru hesa tíðina hava møtst aftur hesi seinnu árini, millum annað Dia, Kristian Martin Rasmussen og Helgi Simonsen á Gørðum og aðrir við.

Eitt skifti átti Dia í Ørvi har hann róði út. Tað var Ísak Matras av Norðoyri, sum var skipari og høvuðseigari. Hetta tíðarskeiðið gekk tað væl hjá Ørvi. Seinni tá Dia bygdi sær hús úti á Bumshamri, fór hann uppá land at arbeiða. Hann skuldi efitr røttum búð uppi á Geilini í Klaksvík, har hann fekk tillutað grundstykki frá Klaksvíkar kommunu, men hann fór til kommununa og spurdi um hann ikki heldur kundi fáa grundstykki úti á Bumshamri. Sum vituligt er, so sæst ikki sjógvur uppi á Geilini, og hjá Dia mundi tað viga nógv, at kunna síggja hvat fyrifórst á vágni í Klaksvík.

Í sjeytiárunum arbeiddi Dia á Dávavirkinum hjá Dávamonnunum. Men hugurin til fiskiskap var eisini har, og ofta tá Karsten Drenkstein og Eyðálvur Vang skuldu okkurt ella hava frí, so plagdi hann at taka nakrar útróðrartúrar við útróðrarbátinum Elbjørg. Seinni fór Dia á Kósavirkið at arbeiða, og har arbeiddi hann í meir enn ein mansaldur. Hann var í mong ár á tiltikna landingarliðnum á Kósini, kallað A-liðið, har mangir reystir menn arbeiddu. Aneseus Petersen, Thorstein Thomsen, Guttorm Hansen og aðrir, bert fyri at nevna nakrar teirra. Hetta vóru sera raskir menn. Landingin skuldi byrja tíðliga á morgni, so nóg mikið av fiski var at taka til tá arbeiðsfólkið á virkinum møtti klokkan 7 ella 8 á morgni. Tí var oftast byrjað klokkan 5 ella 6 at landa, og dagarnir gjørdust mangan langir. Tíð var ikki at skifta og lata seg úr og í til kaffi, so kaffi og matpakkin var vanliga tikin standandi í lastini onkustaðni, har tað nú bar til.

Dia kom í nevndina í arbeiðsmannafelagnum um 1990, og ein av fyrstu uppgávunum hann saman við restini av nevndini í felagnum við Niklas Johannesen á odda var at taka fatt, tá kreppan rakti um júst hetta mundið. Arbeiðsmannafelagið var við til at taka stórt tak at fáa Kósavirkið í gongd aftur, og lænti eisini mongum feløgum og skipum pening, sum kundi nýtast til eginfígging, til at keypa vinnutólini aftur frá bankunum, eftir at tey vóru farin á húsagang.

Dia var valdur í Føroyagrunnin fyri 1991 um hetta mundið. Alt var farið og einki var eftir í Føroyagrunninum, minni enn ein millión krónur. Við hesi lítlu milliónini fóru tey til norska bankan, sum tá átti bæði Sundaberg og Skálaberg, og fekk á undrunarverdan hátt loyvi til at keypa trolararnar aftur, og hesum sera avmarkaða eginpeningi. Tíbetur gekk alt væl fyrstu árini, og felagið megnaði at halda sínar skyldur. Tey bæði Dia og Hergerð Joensen, ið mong ár var forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum, sótu í Føroyagrunninum í mong ár, til fyri fáum árum síðani, og teirra lutur fyri verkafjøldina í Klaksvík stendur fastur. Hvat hetta tak hjá Føroyagrunninum í 1991 ávirkaði, sæst sjón fyri søgn í dag. Øll hesi árini var tað Leif Abrahamsen úr Fuglafirði, sum var formaður í grunninum, og stóð fyri at leiða arbeiði, væl stuðlaður av verkafólkunum úr Klaksvík.

Tey sum kenna Dia siga, at hann sera raskur, arbeiðssamur og álítandi. Hann er ikki bangin fyri at siga sína hugsan, eisini tá okkurt er at tala at, men at hann altíð er við tí uppbyggjandi og stuðlandi. Hann gongur ógvuliga høgt uppí at økið har hann býr hevur tað gott, og at arbeiði er til allar hendur.

Dia hevur nógv áhugamál. Hann hevur dámað sera væl at fara á flot, tóat tað nú eru nøkur ár síðan seinast hann var á floti. Fjallmaður alt sítt lív í hagapartinum Suðuri í Gjógv í Kunoy, har pápi hansara Símun røktaði alt sítt lív. Dia eigur framvegis jørð Suðuri í Gjógv í Kunoy, og hann hann fylgir væl við í hvussu tað hilnast við skurðinum á hvørjum ári. Barnaheimið á Fløtti í Kunoy yvirtók Dia tá mamman Henny, ið slektað var úr Leirvík, doyði seinast í áttatiárunum. Húsini hevur hann sjálvur sett í góðan stand, og brúka Dia og konan Borghild húsini nógv. Teyhava júst verið í Kunoy mesta partin av juli mánað og tikið eina hond í ymiskt sum tørvar, og hildið summarfrí.

Dia er giftur við Borghild, fødd Dam úr Kunoy. Tey eiga fýra børn, Eyðfinn, Ásmund, Rúna og Gunvør. Abbabørnini eru sjey í tali og langabbabørnini seks. Vit ynskja Dia hjartaliga tillukku við 85 ára føðingardegnum í dag, við ynski um Harrans ríku signing og verju í tíðini, ið kemur.      

-/eyr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #