Hvussu kann eg minnast tað, tá eg sigi tær at eg havi gloymt tað?
- Jógvan á Fjørðinum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvussu kann eg minnast tað, tá eg sigi tær at eg havi gloymt tað?
- Jógvan á Fjørðinum
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur  eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna 
Svarari:  Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Evni:  Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Spurningar:   
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta á stovn dialysuviðgerð á 
Klaksvíkar sjúkrahúsi soleiðis, at dialysusjúklingar í Norðoyggjum og 
Eysturoy kunnu fáa viðgerð í nærumhvørvinum?  

2. Um ja, nær kann væntast, at fyrsta dialysuviðgerð verður á Klaksvíkar 
sjúkrahúsi?

3. Hvørji átøk skulu til fyri at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi so sum teknisk útgerð, umframt fakfólk, sum kunnu taka sær av tí?

4. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar sjúkrahúsi?

5. Hvør er rakstrarkostnaðurin av at hava dialysuviðgerð á Klaksvíkar 
sjúkrahúsi?

Viðmerkingar: 
Dialysuviðgerð er staðsett á Suðuroyar sjúkrahúsi og virkar væl. Har 
dialysusjúklingurin ikki longur nýtist at  hugsa um ferðina og siglingina um Suðuroyarfjørð, sum mangan er óstøðug.   

Stundin er nú komin at raðfesta dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so at dialysusjúklingarnir í norðurøkinum og Eysturoy eisini kunnu koma í ta lívsneyðugu viðgerðina í teirra nærøki.  

Í opnum brævi frá Nýrafelagnum tann 30.03.26 (Norðlýsið) var m.a. at lesa:

“Hóast flestu oyggjar í norðurøkinum hava fast samband til Havnar, vita vit av royndum, at ferðingin frá heiminum og til dialysuviðgerðina í Havn er ómetaliga møðsom fyri sjúk fólk. Ein bussur koyrir frá sjúklingi til sjúkling, frá bygd til bygd og tekur tey við so hvørt, fyri síðan at koyra øll samlað til Landssjúkrahúsið. Hesin túrurin kann taka upp til tveir tímar úr Klaksvík, til man kemur uppá pláss. Onkuntíð eisini drúgvari. Og so er sama lag heimaftur.

Ein dialysusjúklingur í Klaksvík brúkar vanliga 10 tímar ella meir um vikuna uppá koyring til og frá dialysuviðgerð. Sjálv viðgerðin er vanliga 12 tímar um vikuna. Í tímum er hetta meir enn eitt hálvtíðarstarv hjá nøkrum av teimum allarsjúkastu í samfelagnum, og nógv av teimum eru eisini gomul.  

Um hendan koyringin varð stytt niður í fáar minuttir hvønn vegin, hevði tað bøtt sera nógv um lívsgóðskuna hjá dialysusjúklingunum. Royndir av at bjóða dialysusjúklingum viðgerð nærri heiminum vísa, at heilsan eisini batnar.

“Í skrivi frá danska Nýrafelagnum til føroyska systurfelagið framgongur greitt, at eingin læknafaklig forðing er fyri staðseting av dialysu á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tí “der er et medicinsk beredskab på sygehuset i Klaksvig”.

Í skrivinum orðar danska nýrafelagið seg m.a. soleiðis: «… at hæmodialyse tæt på eget hjem ikke bare reducerer de lange 
transporttider. Erfaringer viser, at nyrepatienter med adgang til flere og mere dialyse opnår langt større livskvalitet. Hyppig dialyse er mindre trættende, patienten bliver mindre afkræftet mellem behandlingerne og – ikke mindst – væskerestriktionerne kavn håndteres flexibelt.» (Í grein í Norðlýsinum undir yvirskriftini: Nei! Sentralisering av dialysu leingir ikki lív sjúklinganna!

Nú landsstýriskvinnan hevur møguleikan at gera ein ómetaliga stóran bata fyri hendan sjúklingabólk við at virka fyri, at dialysuviðgerð kemur á Klaksvíkar sjúkrahús, seti eg hendan fyrispurning. 

Á Løgtingi, 11. mai 2026 
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur     
       

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #