24 ísraelskir her- og fregnartænastumenn eru dulnevndir í nýggja dokumentarfilminum “NAZA.”
Keldurnar í filminum siga frá, hvussu Ísrael systematiskt bumbaði palestinskar familjur í egnum húsum – ofta um náttina, meðan familjan var saman.
Dokumentarfilmurin hevði heimsfrumsýning á filmsstevnuni í Venesia og hevur skapt uppmerksemi og kjak í fleiri londum.
Millum álvarsamastu páhaldini í filminum er, at góðkenning varð givin at drepa upp til 500 sivilfólk fyri at taka út ein Hamas-lim, skrivar The Guardian.
Keldurnar í filminum siga frá eini skipan, har vitlíki velur út mál áðrenn bumbað verður. Nógvir av yvirmonnunum arbeiða fjarstýrt úr Tel Aviv, 70 kilometrar frá Gasa.
“Tað er sum í einum telduspæli, tí alt verður gjørt fjarstýrt,” sigur ein av keldunum í filminum.
Men ísraelska verjan (IDF) "avvísir avgjørt" ákærunum í dokumentarfilminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



