Tann 24. mars 2015 lat ein flogskipari hjá flogfelagnum Germanwings eitt ferðafólkflogfar detta niður og framdi harvið hópmorð, samstundis sum hann doyði fyri egnari hond. Tilsamans lótu 150 fólk lív, og seinni kom fram, at flogskiparin, Andreas Lubitz, í longri tíð hevði verið sálarsjúkur, og ikki átti at flogið.
Stóri spurningurin er, um flogvinnan í dag kann tryggja, at slíkt ikki hendir aftur.
Sviin Petter Hörnfeldt, sum hevur viðurkendu youtuberásina Mentour Pilot, sum er um flogvinnu, er ikki í iva: Meira kundi verið gjørt, eisini í dag, 10 ár eftir hendingina, til tess at fyribyrgja og hjálpa flogskiparum við sálarligum avbjóðingum.
Fyrr í dag legði hann henda filmin út um hendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



