Flestu av tollunum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lagt á útlendskar vørur, eru ímóti lógini.
Tað avgjørdi ein amerikanskur kærudómstólur fríggjadagin.
Serliga hevur rætturin dømt um tollin, sum Trump hevur nevnt hevndartoll, har hann hevur sett toll á vørur úr fleiri londum, skrivar TV 2.
Í einum drúgvum innleggi á Truth Social kallar Trump kærudómin fyri skeivan. Samstundis upplýsir hann, at allur álagdur tollur framvegis er í gildi.
- Um hendan avgerðin sleppur at standa, fer hon at oyðileggja USA, skrivar Trump.
Rætturin fer at lata tollin vera galdandi til 14. oktobur, og gevur Trump-stjórnini møguleika at kæra málið til hægstarætt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



