Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

KÍ: Leikarahópurin hjá Lech Poznań ger eina roynd at flúgva úr Bergen til Føroya kl. 13.00.

Leikarahópurin hjá Lech Poznań var ávegis til Føroya í morgun, men enn einaferð hava veðurlíkindini í Vágum órógvað ferðina hjá pólska liðnum.

Flogfarið fór úr Poznań í morgun við kós móti Føroyum, men tá tað nærkaðist Føroyum, vóru líkindini at lenda í Vágum ov vánalig. Eftir at hava bíðað uttanfyri Noreg eina løtu varð avgerð tikin um at seta kós móti Bergen, har flogfarið lendi.

Hetta er aðru ferð, at ferðin hjá Lech Poznań til Føroya verður órógvað av mjørka. Ætlanin var upprunaliga, at liðið skuldi koma til Føroya mikudagin, men tá varð ferðin avlýst orsakað av veðrinum.

Nýggj roynd verður gjørd kl. 13
Lech Poznań ætlar at gera eina nýggja roynd at flúgva úr Bergen til Føroya klokkan 13 í dag.

Fær flogfarið lent í Vágum hesaferð, verður Europa League-dysturin millum KÍ og Lech Poznań á Tórsvølli útsettur nakrar tímar. Dysturin, sum eftir ætlan skal byrja klokkan 18.30, verður tá í staðin spældur klokkan 20.45 í kvøld.

Kann verða útsettur til fríggjakvøldið
Fær Lech Poznań heldur ikki lent í Vágum við næstu royndini, verður dysturin ikki spældur í kvøld.

Í so fall verður dysturin millum KÍ og Lech Poznań útsettur til í morgin, fríggjakvøldið klokkan 19.00.

Tað veldst sostatt um næstu tímarnar og um, hvørt veðrið í Vágum loyvir pólska ferðalagnum at koma til Føroya. 

Fyrri dysturin millum liðini endaði við 1-0 sigri til Lech Poznań, og tí er alt framvegis opið undan returdystinum á Tórsvølli.

Endurrindan av atgongumerkjum
Um tað nú ikki ber til at koma til dyst, ber til at fáa atgongumerkið endurrindað. Skrivað ein teldupost til roi(at)ki.fo fyri at fáa peningin aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #