Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin Luther King
Onnur tíðindi

Evropeiski miðbankin, ECB, fer eftir øllum at døma at hækka leiðandi rentuna 0,25 prosentstig hósdagin. Innlánsrentan hækkar tá úr 2,25 upp í 2,50 prosent.

Orsøkin er serliga hækkandi orkuprísir. Inflasjónin í evruøkinum vaks úr 2,9 prosentum í juli upp í 3,3 prosent í august. Orkuprísirnir vóru 14,3 prosent hægri enn fyri einum ári síðani.

Marknaðurin metir sannlíkindini fyri einari rentuhækking vera umleið 99 prosent. Ósemja er kortini um, hvørt ECB fer at hækka rentuna aftur seinni.

Fleiri búskaparfrøðingar vísa á, at kjarnuinflatiónin er minkað, og at lítið bendir á, at dýrari orka hevur ført til størri lønarkrøv og breiðari príshækkingar.

Ein rentuhækking kann eisini fáa týdning fyri føroyskar lántakarar, tí føroyska rentustøðið í stóran mun fylgir danska og evropeiska marknaðinum. Tað kann gera tað dýrari at taka nýggj lán og trýsta rentuna á lánum við broytiligari rentu upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #