Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi
Merkisdagar

Eitt tíðarskeið nærkast endanum, nú Leif Abrahamsen 1. november fer frá sum stjóri á Gjaldstovuni.

- Nú leggi eg eina drúgva yrkisleið aftur um meg, og eg eri eg takksamur fyri tey mongu árini, har eg havi havt høvi at tæna føroyska samfelagnum, og hevur havt tann framíhjárætt at sæð, hvussu innsatsurin hjá Gjaldstovuni hevur havt ávirkan á samfelagið, sigur Leif Abrahamsen og heldur fram.

- Eg byrjaði sum stjóri, tá ið eg var 32 ára gamal um tað mundi tá ið Føroyar fóru á húsagang.

- Nú eg eri vorðin 67 ár og hava verið 35 ár við róðrið, er tíðin komin, har eg fari at leggja frá mær. Abbabørnini búgva uttanlands, og ynski eg næstu tíðina at vera nærri teimum. Tað er ein orsøk, at eg hugsi aðrar leiðir.

- Eg havi havt ábyrgd sum leiðari, nevndarlimur og ráðgevi, og hesi ár hava givið mær bæði fakligar og menniskjaligar royndir, sum hava myndað meg fyri lívið.

- Eg kenni, at tað hevur verið víst mær stórt álit frá politisku skipanini, tá ið tað snýr seg um at skapa einar munadyggar almennar Føroyar. Gjaldstovan veitir í dag tænastur tvørturum ráð, stovnar, kommunur, fyritøkur og borgarar. Her hevur Gjaldstovan eisini fingið stórt álit, sigur 
Leif Abrahamsen.

Beint í kreppuna 
Blekkið var ikki meira enn tornað á setanarbrævinum, áðrenn størsta avbjóðingin á starvsleiðini hjá unga stjóranum kom buldrandi.

- Bankarnir fóru á húsagang, eftirstøðurnar hjá landinum eksploderaðu, trygdirnar vóru burtur og veðhald, sum vit ikki vistu vóru til, gjørdust effektiv. Fyri at leggja stein oman á byrðu, so vóru eingir pengar í kassanum. Landskassin var snøgt sagt tómur, sigur Leif.

Við góðum starvsfólkum, álitið frá politisku skipanini og nýggjum loysnum eydnaðist tað at stýra gjøgnum kreppuárini. Í hesum árum birtist eisini tað, sum skuldi gerast ein kjarni í fíggjarstýringini hjá almennu Føroyum – nevniliga Búskaparskipan landsins.

Talgilda øldin
Búskaparskipan landsins var eitt nýbrot fyri almennu fyrisitingina, og gjørdist hon á ein hátt startskotið til KT landsins, sum fór at eyðkenna Gjaldstovuna næstu árini.

Síðan hevur Gjaldstovan gingið á odda fyri almennu Føroyum í talgildingini av samfelagnum.

Tað sum byrjaði við KT landsins og Búskaparskipan landsins førdi víðari til fyrst Talgildu Føroyar og nú heildarætlanina fyri vitlíki.

Umframt roknskapin, lønarumsiting og Búskaparskipan landsins, so hevur Gjaldstovan eisini tikið leiðsluna fyri KT landsins, KT trygd, Talgildu Føroyum, innkeypi og vitlíki.

Riggar av
1. november verður síðsti arbeiðsdagurin hjá stjóranum, sum frá fremstu røð hevur upplivað stóru menningina, sum samfelagið er farið gjøgnum síðan tað reisti seg aftur úr kreppuni.

Nú hann skoðar aftur á tíðina á Gjaldstovuni, eru tað serliga fólkini, sum hann møtti á leiðini, sum standa sterkast eftir í minninum.

- Tá ið eg nú endi mína yrkisleið, geri eg tað við takksemi. Tað hevur verið ein framíhjárættur at sleppa at arbeiða saman við so mongum dugnaligum fólkum og at fáa møguleikan at taka lut í menningini av føroyska samfelagnum. Eg taki við mær nógv góð minni, sterk sambond og virðismiklar royndir inn í næsta kapittul í lívinum, sigur Leif Abrahamsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #