Rasistisk og homofobisk skemdarorð eru nevnd 251 ferðir í einum Telegram-bólki, sum hoyrir til ungar republikanarar í USA.
Ungir republikanarar – nógvir við størvum í Trump-stjórnini – hava fingið síni kjakboð útgivin av miðlinum Politico.
Innihaldið í boðunum er so ágangandi, at fleiri av limunum hava mist arbeiðið í kjalarvørrinum av avdúkingunum.
Samrøðurnar fóru fram á boðtænastuni Telegram.
Til dømis stendur: "Eg elski Hitler," og "vit skulu vera góð at byrja við, bjóða teimum inn, siga vinarliga far í bað og BOOM - deyði," sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo